2 miljónir krónur í avlopi

- Vit fáa av og á at vita, hvussu gongdin er, og vit hava skilt, at virkisleiðslan væntar eitt enn betri ár í ár enn í fjør, sigur Tórgerð Gøthe

AVLOP

Tórgerð Gøthe, sum hevur arbeitt á Fiskavirkinum í Gøtu í samfull 25 ár út í eitt, sigur, at fiskaarbeiði á virkinum er rættiliga støðugt, og nú í seinastuni hava tey vanliga arbeitt í 10 tímar um dagin, frá 8-18.
- Vit hava eisini skilt, at tað gongur væl hjá okkara virki. Vit fáa av og á at vita, hvussu gongdin er, og leiðslan hevur sagt okkum, at seinasta ár gav einar 2 miljónir krónur í avlopi, samstundis sum leiðslan væntar, at árið í ár verður enn betri.
Á Fiskavirkinum í Gøtu síggja tey tí ljóst upp á framtíðina.

Bara saltfiskur
Allur fiskurin, sum verður virkaður á virkinum í Gøtu, verður turrsaltaður.
- Fiskurin liggur fyrst í laka í eitt samdøgur. Síðan verður hann turrsaltaður og liggur í salti í umleið 9 samdøgur, til hann verður pakkaður til útflutnings.
Tórgerð Gøthe sigur, at á virkinum er ein flekimaskina og tríggjar flakamaskinur, sum verða brúktar til ymiskar støddir av fiski.
- Tann nógvi fiskurin verður skorin til flak og saltaður. Vit flekja ikki tær stóru nøgdirnar, men av og á verður flakt, og eg haldi, at hetta er, tá ávís viðskiftafólk mangla hesa vøru, sigur hon.

4.500 tons
Virkisleiðarin á Fiskavirkinum í Gøtu, Janus Rasmussen, sigur, at ráfiskanøgdin, sum virkið keypir og arbeiðir um árið, liggur eitt vanligt ár um 4.500 tons. Fiskasløgini eru serliga toskur, longa og brosma.
Hann sigur, at eitt vanligt ár liggur ráfiskanøgdin um 4.500 tons.
- Høvd, ryggir og innvølir verður alt selt Høvdavirkinum í Leirvík, sigur Janus Rasmussen.