2 minuttir í grindadrápi

"2 minutes" er heitið á nýggjari myndabók við myndum frá einum grindadrápi, sum var í Sandagerði ein morgun í juli 2010. Myndirnar eru tiknar eftir 2 minuttum, sum heitið á myndabókini, 2 minutes, sipar til. Hetta er ein samanhangandi myndafrásøgn frá grindadrápinum.

- Høvuðsevnið í myndabókini eru menniskjuni, sum luttaka í drápinum, og myndirnar lýsa dramatiska huglagið, sum valdar undir sjálvum drápinum og ta heilt serligu sinnisstøðuna, sum grindamenn koma í, meðan grindadrápið er í gongd.

Tað sigur Regin W. Dalsgaard, sum hevur tikið myndirnar.

- Hetta drápið minti um ein vampyr-film, har vampyrarnir eru til reiðar at smakka blóð. Í dag eru so sterkar kenslur sera sjáldsamar aðrastaðni enn á løriftinum, har ein Hollywood-filmur verður vístur. Men hesar myndirnar vísa vanligar føroyingar, sum taka ein steðg frá gerandisdegnum fyri at luttaka í aldargomlu siðvenjuni, sum grindadráp er, sigur Regin W. Dalsgaard.

Við hvørja mynd er ein styttri tekstur, sum antin er eitt ørindi úr Grindavísuni ella eitt brot úr verkinum Pilot Whaling in the Faroe Islands, eftir Jóan Paula Joensen, professara. Hesir tekstir eru á enskum og á donskum.

- Umframt at vera fyri føroyingar er myndabókin eisini ætlað útlendskum vitjandi sum eitt innlit í hendan aldargamla mentanararv. Eisini mótmælisfólk, sum møguliga koma at vitja í summar, kunnu hava fyrimun av at ogna sær bókina, serliga um einki grindadráp verður, so at tey ikki noyðast heimaftur sum av torvheiðum, sigur Regin W. Dalsgaard.

Myndirnar í bókini hava verið vístar á framsýning í Smiðjuni í Lítluvík og eru í løtuni at síggja í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

Í bókini eru 19 litmyndir. Bókin fæst í bókahandlum og á Kunningarstovum kring landið, umframt á flogvøllinum. Hon kostar 250 krónur, og tað er fyritøkan Incra, sum gevur út.

Regin W. Dalsgaard signerar bókina leygardagin 25. juni klokkan 13 í Rit og Rák í SMS.