2 ár seinni - kunngerðin ikki lýst enn

Í 2014 samtykti Løgtingið, at 15 ára gomul skuldu fáa koyrikort til prutl. Kunngerðin er ikki lýst enn

08.05.2014 skrivaði In.fo, at 15 ára gomul fóru nú at fáa møguleikan at taka koyrikort til prutl, sum koyra 30 km/t.

 

Ferðslulógin skuldi broytast soleðis, at prutlini blivu flokkaði í tvey, har 15 ára gomul kundu taka koyrikort til lítil prutl (30 km/t) og 16 ára gomul fingu møguleika at taka koyrikort til størri prutl, sum koyrdu 45 km/t. Tey størru prutlini blivu áðrenn flokkaði sum motorsúkklur.

 

Tingfólkini ásannaðu, at tað var ein trupulleiki, at 15 ára gomul koyrdu uttan lógligt koyrikort og tískil skuldi okkurt gerast við tað.

 

Nú, tvey ár seinni, sigur Akstovan sigur, at tey hava ikki havt møguleika at gera nakað við broytingina, tí tey bíða enn eftir at kunngerðin verður lýst.

 

Akstovan skal bjóða royndir til tey, ið taka koyrikort til prutl, men av tí at kunngerðin ikki er lýst, so er eingin roynd farin fram enn. Tískil er enn ikki møguligt at taka koyrikortini til prutl hjá teim 15 ára gomlu.

 

Bjartur Dalsgarð, fulltrúi í Samferðslumálaráðnum, er greiður yvir trupulleikan.

 

- Kunngerðin er ikki lýst enn, tí vit eru ikki blivin samd um hvussu frálæran skal skipast, sigur Bjartur Dalsgarð.

 

Spurningurin er um frálæran skal umvegis kvøldskúlan ella gerast sum ein vallærugrein í fólkaskúlanum, tí eru tað kommunurnar og mentamálaráðið, sum skulu blíva samd um tað áðrenn vit kunnu fara víðari, sigur Bjartur Dalsgarð.

 

Um frálæran verður gjørd umvegis kvøldskúlan eru tað kommunurnar, ið varða av tí, men um tað verður gjørt umvegis fólkaskúlan er tað mentamálaráðið. Har liggur málið í løtuni, men eg vænti vit klára at at lýsa kunngerðina áðrenn jól, sigur Bjartur Dalsgarð.