20 ára dagur í Gøtu

Hósdagin verður hátíðarhald, nú 20 ár eru liðin, síðani Gøtu kirkja varð vígd

 

 

Hósdagin 25. juni eru 20 ár liðin, síðan Gøtu kirkja varð vígd av Hans Jacob Joensen, biskupi.

 

Hetta verður hátíðarhildið, við at gøtufólk og áhugaði annars verða boðin til ymisk tiltøk í og kring kirkjuna, boðar kirkjuráðið frá á heimasíðuni hjá Eystur Kommunu.

 

Boðið verður til máltíð í kirkjuni frá klokkan17, har borðreitt verður við pitabreyði og sunnum tilhoyri. Til børnini verður okkurt undirhald uttanfyri.

 

Klokkan 19 er stutt gudstænasta á skránni, har sunnudagsskúlabørnini syngja og Ovi Brim, prestur, prædikar. Boðiði verður síðan til kaffi og lagkøku eftir gudstænastuna.

 

Føðingardagurin setir eisini sín dám á vikuskiftið. Umframt gudstænastuna sunnudagin verða konsertir við Gøtu ungdómskóri, Haukenland Songlaug og T.O.S.