20 bøkir útnevndar til kvinnu heiðursløn

Altjóða bókavirðislønin The Orange Prize for Fiction hevur júst al-mennakunngjørt tær 20 bøkurnar sum kappast um tí virðismiklu heiðurs-lønina. Vinnarin fær 30.000 pund, tað vil siga 326.180 krónur.

The Orange Prize for Fiction er ein virðisløn sum bara verður givin kvinnum, og vinnarin verður valdur av kvin-num. Viriðslønin bleiv fyrstu ferð handað í 1996. Tá høvdu nógv blaðfólk, forlagsritstjórar, bókhandlarir og bóka-vørðar í Stóra Bretlandi verið ørkymlað um at kvinnur ongantíð fingu nakrar bókavirðislønir.
Hesin bólkurin av fólki avgjørdu at stovnað eina øðrvísi bókavirðisløn bara fyri kvinnuligum rithøvundum. Í 1995 tóku tey samband við fartelefonfelagið Orange, sum beinavegin var við uppá hugskotið.
Fyrsta heiðurslønin varð givin rithøvundan Helen Dunmore í maj 1996.

Hesir kvinnuligir rit-høvundar eru við og kappast í ár.
n Leila Aboulela  Minaret
Lorraine Adams  Harbor
Naomi Alderman  Disobedience
Jill Dawson  Watch Me Disappear
Helen Dunmore  House of Orphans
Philippa Gregory  The Constant Princess
Alice Greenaway  White Ghost Girls
Gail Jones  Dreams of Speaking
Nicole Krauss  The History of Love
Hilary Mantel  Beyond Black
Sue Miller  Lost in the Forest
Joyce Carol Oates  Rape: A Love Story
Marilynne Robinson  Gilead
Curtis Sittenfeld  Prep
Ali Smith  The Accidental
Zadie Smith  On Beauty
Carrie Tiffany  Everymans Rules for Scientific
Célestine Hitiura Vaite  Frangipani
Sarah Waters  The Night Watch
Meg Wolitzer  The Position