20 børn knýtt at Gøtukabarettini

Gøtu kabarettin »Tá endin er góður« hevur verið framførd í Losjuni í Gøtu nú í eina tíð. Undirtøkan hevur verið sera góð, áleið 1000 fólk hava verið til sýningarnar

Steðgur hevur nú verið í nakrar dagar, tí losjan og kabarettin hava, í samstarv við Gøtu skúla, knýtt 20 børn at kabarettini, har tey fara at syngja og spæla saman við hinum leikarunum, hetta fyri at geva børnum ein møguleika at síggja, hvussu tað er at syngja og framføra á palli framman fyri eini størri áskoðarafjøld og vónandi kveikja teirra áhuga innan leik listina.

Venjingarnar hava gingist sera væl, og eru børn og leikarar nú klár at uppafturtaka sýningarnar.

Undanfarnu framførslur hava verið útseldar nærum hvørt kvøld, og fólk úr øllum landinum eru eisini komin at hyggja.

Evnini, ið tikin verða upp, eru millum annað politisk, hendingar vit kenna frá almenna landslagnum og spennandi karakterir íspunnir av fríum hugflogi.

Eyðun Hansen, formaður í Losjuni Glotti, vónar og væntar, at fólk, ið trína inn um gátt í Losjuni í Gøtu næstu dagarnar, fáa eina góða og positiva heildaruppliving av kabbarettini.

Tað er Klæmint H. Isaksen, ið leikstjórnar.

Næstu sýningar verða í dag klokkan 16 og klokkan 20.

Atgongumerki kunnu bíleggjast á tlf. 280 820, siga tey úr Gøtu.