20 ára gamal koyrdi 193 km/t

Seinnapartin týsdagin vórðu tveir motorsúkkluførarar á 20 og 23 ár tiknir fyri sera høga ferð í Suðurstreymoy. Annar koyrdi undan løgregluni og varð máldur at koyra 193 km/t, áðrenn løgreglan fangaði mannin við Mjáuvøtn í Kollfjarðadali

Klokkan 16.45 í gjár handtók løgreglan í Havn ein motorsúkklukoyrara, sum varð máldur at koyra 160 km/t í Kaldbaksbotni, og 23 ára gamli førarin, sum hevði treytaðan dóm og harvið missir koyrikortið, steðgaði beinanvegin, tá løgreglan gav honum boð um hetta.
Men klokkan 17.50 var aftur galið, og hesaferð vóru førarar millum Kollafjørð og Havnina vitni til eitt ferðmikið drama, sum kundi verið beinleiðis filmað úr Hollywood.

Fangaður við Mjáuvøtn
Ein 20 ára gamal maður varð máldur fyrst at koyra 140 km/t í Kaldbaksbotni, og tá løgreglan bað mannin steðga, byrjaði hann at koyra undan suður móti Havnini. Tveir løgreglubilar sperraðu beinanvegin vegin av við nýggju rundkoyringina í Hoyvík, og tá motorsúkkluførarin kom uppá bakkan móti rundkoyringini í Hoyvík og sá løgreglubilarnar, gjørdi hann ikki mætari enn at venda við og koyra norðureftir aftur við fullari ferð framvið løgreglubilinum, sum jagstraði unga mannin.
Gjøgnum radio sendi løgreglubilurin boð eftir einum øðrum løgreglubili, og so fóru tveir løgreglubilar við øgiligari ferð norðureftir í jagstranini eftir 20 ára gamla motorsúkkluføraranum, sum á veg norðureftir varð máldur at koyra 193 km/t.
Motorsúkkluførarin vendi móti Leynum, tá hann kom til rundkoyringina í Kollafirði, og við Mjáuvøtn millum Leynavatn og Statoil støðina í Kollfjarðadali eydnaðist løgreglan at vinna fram á og taka mannin, sum við sera høgari ferð hevði koyrt undan.
Av løgreglustøðini verður sagt, at førarin verður skuldsettur fyri ikki at akta løgregluna og koyra undan, umframt at hann eisini verður skuldsettur fyri at hava nátt eini ferð á 193 km/t. Maðurin hevur ikki dóm frammanundan, men løgreglan leggur upp til, at hann missir koyrikortið, og so er upp til dómaran at avgerða, hvør dómurin hjá 20 ára gamla manninum verður.

Vandamikið rák
Løgreglumaðurin Tommy Brockie var mitt í rokanum í gjár, og hann sigur, at ein ávísur tendensur er at síggja við ferðmiklum motorsúkklum og ungum førarum.
- Tað koma fleiri og fleiri stórar maskinur til landið, og fleiri og fleiri ungir keyparar gera sær dælt av stóru og ferðmiklu motorsúkklunum, sigur Tommy Brockie. Hann sigur, at av politistøðini vænta teir fleiri líknandi tilburðir í summar, og tilbúgva teir seg nú til henda vaksandi trupulleika, sum liggur fyri framman.