Rættuirn, sum er 20 stykki av sushi, kostar, tað sum svarar til umleið 16.700 krónur. Harvið er tað heimsins dýrasta sushi, upplýsir Guinness Rekordbog.
Hinvegin skuldi tað eisini verið talan um sera, sera gott sushi. Tað er gjørt við siðbundnari tøkni og metodum, og indgrediensirnir eru nágreiniliga útvaldir úr øllum Japan.
Meginparturin av rættinum er nigiri, sum er tunt skorin ráur fiskur, sum er lagdur á ein klump av rísi. Tað eru eisini nøkur stykki av sashimi, sum er ráur fiskur uttan rís, og tvey stykki av maki, sum eru skornar sushirullur.
Tá øll stykkini eru løgd á borðiskin, verður drússað við blaðgulli omaná fyri at geva rættinum tað síðsta sereyðkennið
/ritzau/