20 túsund fara at hyggja at HB

Hitastigini eru eins mong í Haifa, sum tey vóru í Montenegro í síðstu viku

HB ferðalagið lendi í kvøld í leiguflogfari í lufthavnini í Haifa

Tíðliga í morgun lætti HB ferðalagið úr Vágum, og klokkan var næstan tíggju í kvøld, tá ið ferðalagið var á gistingarhúsinum í Haifa í Ísrael, har tey skulu halda til, nú HB fyrireikar seg at spæla í Cnoference League ímóti Maccabi Haifa F. C.

 

Ferðast verður við leiguflogfari, og tað varð millumlent at bunkra í Keypmannahavn og í Bulgaria.

 

Heimavøllurin hjá Maccabi Haifa eitur Sammy Ofer Stadion. Har er pláss fyri 30 túsund áskoðarum. Úr HB leguni frættist, at tað í dag vórðu seld 15 túsund atgongumerki, og at tað verður roknað við, at tað fara at vera umleið 20 túsund áskoðarar hóskvøldið.

 

Einasta venjingin hjá HB í Ísrael verður mikukvøldið klokkan 20 lokala tíð ella eitt samdøgur undan, at dysturin verður.

 

Tað eru 30 í HB ferðalagnum í Ísrael, og allir spælararnir, sum vóru tøkir í Montenegro, eru eisini á listanum í Ísrael.

 

Tá ið HB í síðstu viku var í Montenegro varð tosað um nógva hitan, sum varð roknaður ikki at vera HB til fyrimunar. Avrikið og úrslitið – HB vann 2-0 – vístu, at HB megnaði at halda høvdið kalt og standa seg væl, hóast tað vóru um 30 hitastig, tá ið dysturin varð spældur.

 

Í Haifa eru tað hesa vikuna omanfyri 30 hitastig um dagin og umleið 23 hitastig um náttina. Veðruforsøgnin sigur 31 stig hósdagin og 23 stig fríggjanáttina. Dysturin verður spældur klokkan 18 føroyska tíð, sum er klokkan 20 ísraelska tíð. Tá verður roknað við umleið 26 – 27 hitastigum.

 

HB ferðalagið lendi í kvøld í leiguflogfari í lufthavnini í Haifa