20 vitnir og tvær videoavhoyringar

Í morgun byrjaði málið í Føroya Rætti, har trý fólk eru ákærd fyri neyðtøku og blygdanarskemd. 20 vitnir skulu avhoyrast, og tað vera eisini tvær videoavhoyringar

Allar 33 ákærurnar vórðu lisnar upp í Føroya Rætti í morgun. Seks dagar eru settir av til at viðgera málið, og 20 vitnir og tvær videoavhoyringar skulu gerast.

Verjarnir heittu á rættin, um at nokta miðlunum at endurgeva frá rættarmálinum, tí at málið var sera viðbrekið. Teir vísti eisini á, at ákærdu høvdu upplivað ónáðir av ymiskum slag, síðani málið kom fram í miðlunum.

Rætturin avgjørdi, at miðlarnir fingu ikki loyvi at endurgeva. Endurgevast kann tó burtur úr ákærunum.

Samanlagt er talan um 33 tilburðir av lógarbrotum av ymsum slag. Ein maður er ákærdur í 32 tilburðum, meðan hini bæði eru ákærd í trimum.

Tey eru øll ákærd fyri í 2016 í felag at hava fingið eina 17 ára gamla gentu at drekka rúsdrekka og taka ritalin fyri síðani at fáa hana at nøkta øllum trimum kynsliga. Í ákæruritinum stendur, at 17 ára gamla gentan var ikki før fyri at seta seg ímóti orsakað av rúsdrekka og ritalininum.

Maðurin, sum er ákærdur í 32 tilburðum, er umframt neyðtøkumálið eisini ákærdur fyri eina aðra neyðtøku, har hann sambært ákæranum hevði gjørt seg inn á eina gentu, meðan hon ikki var før fyri at seta seg ímóti, bæði tí hon var ávirkað av rúsdrekka, men eisini tí hon svav.

Maðurin er ákærdur fyri í 17 førum at hava framt blygdanarskemd umvegis Snapchat, har hann hevði sent ónærisligar myndir og video av sær sjálvum til ymsar blaðungar gentur. Tvær av teimum vóru undir 15 ára aldur, tá ið hetta er framt. Maðurin er í fýra førum ákærdur fyri at hava roynt at keypt seg til samlegu, har eitt av førunum var við gentu undir 15 ár.

Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava fingið videoupptøku umvegis Snapchat frá 13 ára gamlari gentu við seksuellum innihaldi, og tí er maðurin eisini ákærdur fyri at hava barnaporno um hendi.

Maðurin er í trimum førum ákærdur fyri at hava roynt at ogna sær barnapornografiskt tilfar umvegis Snapchat.

Maðurin er eisini ákærdur fyri tvey brot á vápnalógina. Í øðrum førinum er hann ákærdur fyri at hava springknív, og í øðrum føri er hann ákærdur fyri at hava riflu í kalibur 7.62 umframt 200 patrónur til rifluna.

At enda er maðurin ákærdur fyri tvey brot á rúsevnislóggávuna fyri at hava havt hash og ritalin um hendi.

Tey trý ákærdu noktaðu seg sek í flestu málunum. Høvuðsákærdi játtar seg tó sekan í málinum um at hava havt ólóglig vápn og at hava havt euforiserandi rúsevni.

Tilsamans eru 18 persónar órættaðir í málunum.

Alt málið byrjar á heysti 2018, tá ið løgreglan fær eina fráboðan frá eini mammu, um at 13 ára gomlu dóttir hennara hevur fingið nakinmyndir sendandi á Snapchat, og at sendarin skal hava bjóðað dóttrini pengar fyri kynsligar gerðir.

Tann høvuðsákærdi fekk fyrstu ferð vitjan av løgregluni í sambandi við hesi málini á heysti í 2018. Hini bæði ákærdu vórðu drigin við í málið á vári 2019. Síðani hevur løgreglan gjørt nógvar kanningar í málunum.

Sum sagt eru seks dagar settir av til málið, og dómur fellur tí væntandi ikki fyrr enn miðskeiðis í komandi viku.