Vestmanna: Árið byrjaði væl hjá Vestmanna Kommunu. Skattainntøkan gjørdist 2,6 milliónir krónur, í mun til 2,4 mió í januar í fjør. Talan er um á ein vøkstur upp á 154.00 krónur ella 6,28%.
- Vøksturin er stórur í mun til úrslitið í grannakommununum, verður sagt úr Vestmanna kommunu.
Í Kvívíkar Kommunu var afturgongd uppá 3,83%, meðan hinar grannakommunurnar høvdu framgongd, tó væl lægri enn í Vestmanna: Sørvágs Kommuna 0,76%, Sunda Kommuna 2,43%, Tórshavnar Kommuna 3,6% og Vága Kommuna 4,07%. Í miðal fyri allar kommunurnar var talan um framgongd upp á 3,05%.
- Vit eru sjálvsagt væl nøgd við úrslitið, men vit ivast í, hví úrslitið er so gott. Hækkingin kann koma av, at vit eru fleiri skattgjaldarar í ár, enn somu tíð í fjør, verður sagt úr Vestmanna Kommunu.