Sakkunnleiki - um neyðugt uttaneftir - kann keypast til at loysa uppgávuna. Verður farið 5 ár aftureftir - sum lógin loyvir - so kunnu 500 mill. kr. eyka verða til taks til at loysa átroðkandi samfelagsuppgávur. Bæði tey, ið liva á lívsins skuggasíðum, og tey, ið vilja bróta upp úr nýggjum kunnu soleiðis fáa neyðugan stuðul, so liviligt kann verða verðandi hjá okkum øllum, ið búgva í hesum landi.?At nevndu mill. ganga leysar, samstundis sum skattalætti hevur verið givin teimum vælbjargaðu, vísir politiska viljan ella illviljan. Skattaholini eftir skattalættan skulu nú teir vanligu og veiku skattgjaldararnir fylla uppaftur við peningi, sum tey ikki hava og við at góðtaka niðurskurðar, sum í mongum førum eru óacceptablir.?Hetta er inkarneraður asocialur og arbeiðarafíggindaligur politikkur, sum Javnaðarflokkurin ikki bert stuðlar, men gongur á odda fyri at reka: ein viðvend Robin Hood útgáva, sum tekur frá teimum. ið lítið og onki hava fyri at geva teimum, sum longu hava í yvirflóð.