200 milliónir krónur í lumman

Hóast José Mourinho er koyrdur, so verður ráð til jólagávur

Manchester United hevur í dag koyrt José Mourinho sum venjara. Seinnu árini hevur gyltað lógvatakið, sum eitt nú stjórar fáa, tá teir verða uppsagdir, verið nógv umtalað. Í fótbóltsheiminum er hetta eisini ein partur av spælinum. José Mourinho gjørdi nýggjan sáttmála við felagið so seint sum í januar 2018.

 

Les eisini: José Mourinho koyrdur

 

Dailyrecord og Dailymail skriva, at tað fer at kosta Manchester United millum 150 til 200 milliónir krónur at hava koyrt José Mourinho frá. Dailyrecord skrivar, at støddin á útgjaldinum verður tillaga um Manchester United klárar Champions League fótbólt til komandi kappingarár.

 

Les eisini: Hesin tekur yvir fyribils

 

José Mourinho náddi at verða venjari hjá Manchester United í tvey og eitt hálvt ár. Eftir at hava vunnið millum annað Liga Cup og Europa League, umframt at blíva nummar tvey í farna kappingarári, so hevur vánaliga byrjanin í ár kostað honum starvið.

 

Manchester United er í løtuni á sætta plássi, 19 stig eftir Liverpool, sum er nummar eitt. Hetta er vánaligasta byrjanin hjá Manchester United síðani 1990.