200 hava seinasta árið staðfest sína støðu sum nógv tann best dámdi rokkbólkurin í landinum. Við útgávuni "Viva <st1:PersonName ProductID="La Republica"$?$end$!$La Republica</st1:PersonName$?$end$!$!" kom nógvur vindur í seglini og við eini røð av framúr væleydnaðum konsertum, á MjúS, Vestanstevnu og G! er eingin í iva longur, um at 200 er harðast rokkandi bólkurin vit eiga í løtuni. <BR>
Prixvinnararnir frá 2003 Gestir, sum eisini vóru at hoyra á G!, hava seinastu mánaðirnar arbeitt dúgliga og miðvíst við nýggjum og eldri tónleiki. Teir hava eins og 200 spælt á fleiri festivalum og konsertum.