At hava ísraelska flaggi hangandi svarar til at hava Swastika – Hitler-merkið – hangandi.
Tað sigur Kára Sverrison í eini grein sum er nógv deild og róst á sosialu miðlunum farnu dagarnar. Hetta er tískil eitt sjónarmið, sum hevur stóra undirtøku í Føroyum.
Swastika umboðar nakað av tí mest ræðuliga, sum heimurin hevur sæð. Tað ímyndar nazismuna, sum førdi til annað verðinskríggj, har umleið 80 milliónir menniskju doyðu. Harav vóru seks milliónir jødar, sum blivu skotnir og gassaðir.
Men hetta súmbolið uppá sjálvan óndskapin kann altso javnsetast við ísraelska flaggið, heldur Kári Sverrison – og nógvir føroyingar við honum.
Antizionisman er blivin óhugnaliga sterk í øllum Vesturheiminum – men vit kunnu ikki longur avnokta tað: Hon stendur eisini sterk í Føroyum!
Eitt flagg ímyndar alla tjóðina
Føroyska kjakið um kríggið í Miðeystri flákrar eitt sindur í leysari luft, tí vit hava absolutt null ávirkan á tað. Tí snýr tað seg mest um “virtue signalling” og súmbolikk. Men sum Kári sigur í síni grein: “Súmbol eru ikki uttan veruligt innihald”.
Kári skrivar nógv um eitt ávíst súmbol: Ísraelska flaggið.
Hetta flagg umboðar ísraelsku søguna og søguna hjá jødunum. Tað umboðar ísraelska statin og ísraelsku tjóðina í dag. Tað umboðar eisini nógvar jødar kring heimin, tí meðan tað eru yvir 50 lond, sum hava muslimskan meiriluta, so er tað bara eitt lítið land – Ísrael – sum hevur jødiskan meiriluta.
Ísraelska flaggið umboðar eisini teir druzar, tey kristnu og tær tvær milliónir arabararnar, sum eru borgarar í Ísrael.
Flaggið við dávidsstjørnuni umboðar einasta frælsa parlament í Miðeystri. Har sita dugnalig og dámlig fólk. Har sita eisini – eftir mínum tykki – sera ódámlig fólk frá ytsta høgravonginum. Har sita eisini arabiskir / muslimskir flokkar. Og flaggið umboðar tey øll.
Føroyska flaggið umboðar alt tað, vit hava verið, og tað, vit eru. Tað umboðar ikki nakran ávísan bólk, men øll. Høg sum lág. Kirkjufólk og babtistar. Norðingar og suðuroyingar. Sambands- og loysingarfólk. Øll skapa vit tann týdning, sum okkara flagg hevur.
Soleiðis er eisini við ísraelska flagginum. Tað umboðar eina mentan. Eina siðvenju. Og tað umboðar næstan ófatilig sosial, vinnulig og vísindalig framstig, sum allur heimurin hevur fingið gagn av.
Flaggið umboðar eisini tey kríggj, Ísrael hevur ført – og tað, tað førir beint nú.
Tað umboðar eisini tann harða innlendis kritikkin av krígnum. Ikki minst av tí, sum er hent í Gaza farnu mánaðirnar. Tað eru djúptøkar, sjálvrannsakandi, sjálvkritiskar almennar samrøður í Ísrael í hesum døgum – sum flaggið eisini umboðar. Tí tað umboðar alla tjóðina.
Kritisku røddirnar eru nógvar og sterkar. Landið er jú frælst, so orðið er frítt. Sjálvt fyrrverandi forsætisráðharrin, Ehud Olmert, hevur sagt, at Ísrael hevur framt krígsbrotsverk í Gaza. Og ísraelska flaggið umboðar eisini Olmert.
Sjálvur havi eg størstu virðing fyri nógvum av tí, hetta flagg umboðar – men skal ikki dylja, at eg havi vanvirðing fyri summum. Ikki minst tá tað kemur til sumt av tí, sum er hent í Gaza.
Øll fløgg umboða alt møguligt – og meira opið og demokratiskt eitt land er, jú fleiri viðurskifti umboðar flaggið. Soleiðis er eisini við tí Ísraelska.
Men ikki í eygunum á Kára Sverrisson!
Nazisma
Púra eirindaleyst skrivar hann: “Ísraelska flaggið umboðar hugsjónina, at tað finst eitt serligt fólkaslag omanfyri onnur fólkasløg, og at tað finnast virðisleys menniskju.”
Og hann skrivar: “Eg havi frætt, at ísraelsk fløgg hanga í fleiri kristnum samkomuhúsum. At tikið hesi fløgg niður hevði verið ein týðandi byrjan upp á eina tiltrongda "de-ísraelifisering". (...) At lata fløggini hanga, ella at veittra við teimum, merkir - um vit vilja tað ella ikki -, at her stuðla vit einum kolonialistiskum og rasistiskum apartheid-stýri, ið fremur etniska útreinsan við bumbum og hungri, drepur frá hond, serliga kvinnur og børn, og metir seg vera omanfyri onnur fólkasløg. Nasistiska brigdið av swastika-merkinum hekk eisini í nógvum týskum kirkjum í sínari tíð, og tað varð tikið niður, tá ið kríggið var tapt.”
Tað er ikki nokk hjá hesum manni at kritisera Ísrael – sum vit jú eru nógv, sum gera. Og sum eisini verður gjørt í Ísrael.
Nei, hann koyrir alt tað, sum ísraelska flaggið umboðar, í ein og sama posa, og setur síni ljótu (eftir mínum tykki púra ósonnu) spjøldur á: “Kolonialisma!” “Apartheid!” “Rasisma!” Og so ta ljótasta: “NAZISMA!”
(Merkir amerikanska flaggið bara ræðuleikarnir í Vietnam-krígnum? Merkir Union Jack bara imperialisma? Sjálvandi ikki!).
Ísrael er einasta fólkaræði í Miðeystri. Einasta land við kvinnurættindum. Við minnilutarættindum. Við rættartrygd. Hesi virði umboðar ísraelska flaggið. Og tað umboðar eisini teir mongu, mongu jødar kring heimin, sum vitja synagogur, har hetta flagg hongur.
Tá Kári Sverrison setir so ljót lýsingarorð á flaggið við dávidsstjørnuni, sum hann ger, so heingir hann eisini eitt spjaldur um hálsin á sær sjálvum.
Hvat stendur á tí spjaldrinum, kunnu fólk hugsa seg fram til. Men ikki er tað pent.
Tá fólk ikki bara kritisera tað, Israel ger, men demonisera sjálvt ísraelska flaggið á hendan hátt, er eingin ivi um, hvat kann henda. Og tað er júst tað, sum Hamas ynskir sær: Globalize the intifada!
Ivasamar keldur
Eg haldi tað vera óhugnaligt, at slík hugsan stendur so sterk í Føroyum.
Men sambært Kára eru tey, sum ikki taka undir við honum, ov illa upplýst. “Ein óvilji ímóti at seta seg inn í faktuellu viðurskiftini tykist at vera rættiliga útbreiddur, eisini í Føroyum”, skrivar hann og vísir á, at tað er “ein hópur av væl úr hondum greiddum og væl undirbygdum bókum, sjónvarps- og útvarpssendingum og heimildarfilmum, ið sakliga og edrúiliga lýsa Ísrael, Palestina og ræðuleikarnar, ið fara fram í løtuni.”
Hvat tað eru fyri keldur, hann sjálvur heldur seg til, sóu vit, tá hann setti sítt navn undir sjúkliga boðskapin hjá teimum illu tungum, sum søgdu, at ísraelski herurin læt eyguni aftur fyri massakruni 7. oktober fyri at fáa eina undanførslu fyri at drepa palestinar.
Sigast skal, at hann meirakallað tók hesa perversu illgitingina aftur, tá hann bleiv konfronteraður við hana. Og hann skal hava rós fyri í sínum greinum at upplýsa, hvaðani hann sýgur sær politiskan stirðil: Tað er frá tí allar ytsta, politiska vinstravonginum.
Ein søgufrøðingur, sum Kári aftur og aftur vísir til, er Ilan Pappe. Hann fær tað at ljóða sum um hesin maður er bæði virdur og viðurkendur. Men hóast hann er ein hetja hjá sonevndu “pro-Palestina”-rørsluni, so er hann tað ikki millum vísindafólk. Pappe er millum mest umstríddu søgufrøðingar yvirhøvur. Hann dylir ikki fyri, at hann vil hava Ísrael strikað av kortinum, og at Palestina “from the river to the sea” skal koma í staðin. Hann er sera virkin á fleiri frontum í anti-ísraelsku aktivismuni, og hansara søgubøkur verða av fakfólki lagdar undir at vera meira drivnar av hesi somu aktivismu enn av at leggja fram fakta.
Men Kári Sverrison kallar bøkurnar “væl undirbygdar bøkur, ið sakliga og edrúiliga lýsa Ísrael”...
Kommunistarnir
Kári skrivar, at eins og fólk sum stuðlaðu nazistunum undir krígnum seinni máttu ígjøgnum eina tilgongd við miðvísari “de-nazifisering”, so mugu fólk – eisini føroyingar! – fara undir eina "de-ísraelifisering".
(Jú, tú læs rætt!).
Men so sigur hann nakað áhugavert og avdúkandi: Eftir at múrurin var fallin máttu kommunistar eisini “viðganga fyri sær sjálvum, at lívið eystanfyri jarntjaldið ikki altíð hevði verið eitt paradís á jørð”.
Seriøst?
Ikki altíð eitt paradís?
Segði hann “ikki altíð eitt pradís?”
Vóru veruliga løtur, Kári, tá tað ikki var eitt paradís?
Ja, tað vóru tað. Tí lívið undir kommunismuni var ALTÍÐ eitt HELVITI!
Hvussu nógv mannalív hesi terrordiktatur kostaðu, er ikki greitt – men yvir 100 milliónir vóru tað ið hvussu so er. Og flestu teirra, sum sluppu at liva, livdu sum trælir hjá stýrinum – í konstantum ótta.
Men tey, sum moralskt / politiskt stuðlaðu hesum, skulu sambært Kára ikki standa til svars fyri nøkrum sum helst. Tey skulu bara stillisliga “viðganga fyri sær sjálvum”, at tað nokk ikki ALTÍÐ var eitt PARADÍS...
Hví mann Kári vera so mildur við hesi fólk?
Her kemur eitt git: Nógv fólk frá ytsta vinstravonginum, sum í síni tíð stuðlaðu Sovjet, hava aldrin ásannað, at tað, tey søgdu og gjørdu, var skeivt. At tey arbeiddu ímóti demokratii og frælsi - og fyri kúgan og ófrælsi. Og nógv teirra eru í dag partur av sonevndu “pro-Palestina” rørsluni! Eisini í Føroyum!
Einaferð var tað tann antidemokratiska kommunisman, hesi fólk vardu. Nú er tað tann antidemokratiska islamisman.
Og hvussu mann vera við søgufrøðinginum Ilan Pappe? Á jú. Hann stillaði í síni tíð – langt eftir at múrurin var fallin – tær ferðir upp til val í Ísrael. Fyri ein kommunistiskan flokk...
So sjálvandi – sjálvandi – fer Kári ikki at krevja nakra “de-kommunistifisering” av hesum fólkum. Hann má ikki fornerma tey. Tey eru jú í hansara parti.
Tey hava ein felags fígginda: Alt tað, sum ísraelska flaggið stendur fyri.