Í løtuni eru umleið 20.000 størv leys innan KT-økið, og sambært Teknisk Ukeblad er eftirspurningurin eftir fólki við slíkum útbúgvingum vaksin 16 prosent tann seinasta ársfjórðingin. Tað er nógv meiri, enn felagsskapurin hjá fólki við KT-útbúgving hevði roknað við.
Eitt nú eru nógv KT-størv leys í heilsuverkinum, men eisini aðrir almennir myndugleikar og kommunur søkja eftir KT-fólki í hesum døgum.
Sambært Teknisk Ukeblad er tað serliga í Oslo og har um vegir, at eftirspurningurin eftir KT-fólki er stórur. Men har vísir tað seg, at nógvar fyritøkur vilja hava KT-starvsfólk við kandidatútbúgving heldur enn fólk við útbúgving á bachelorstigi, skrivar blaðið.