2006 gott ár hjá Føroya Shell

Føroya Shell hevði 15,6 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør, og felagið rindaði landskassanum tilsamans 65,5 milliónir krónur í tolli, avgjøldum og partafelagsskatti. Úrslitið hjá P/F Føroya Shell eftir skatt í 2006 var 15,6 milliónir krónur. Felagið rindaði landskassanum 61,4 milliónir krónur í tolli og avgjøldum í 2006, og partafelagsskatturin var 4,1 milliónir krónur. Sostatt legði P/F Føroya Shell tilsamans 65,5 milliónir krónur í landskassan í 2006.

Í miðal starvast 95 fólk hjá Shell í Føroyum, og tey fingu tilsamans 33 milliónir krónur í lønum og eftirlønum í 2006.

Føroya Shell sigur í tíðindaskrivi, at fleiri viðurskifti á alheims oljumarknaðinum elvdu til, at altjóða oljuprísurin lækkaði seinna hálvár í fjør. Prísfallið stavaði m.a. frá, at veturin var lutfalsliga heitur í vesturheiminum, har nýtslan tískil minkaði, og harumframt var roknað við minni framgongd í heimsbúskapinum. Lægsti prísur á brenniolju frá P/F Føroya Shell í 2006 var í desember, tá 1.000 litrar kostaðu 5.150 krónur. Hægsti prísur á brenniolju var í august, tá kostaðu 1.000 litrar av olju 6.063 krónur.