Komandi hóskvøld skal Linfield FC á sætta sinni royna at senda eitt føroyskt lið úr einari evropeiskari kapping. Tað verður á heimavølli á kenda Windsor Park leikvøllinum í Belfast.
Vikingur vann í kvøld 2-1 (1-1) á Linfield í fyrra dystinum í triðja undanumfarinum í Conference League.
HER ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen.
HER ber til at síggja og hoyra eina samrøðu við høvuðsvenjaran hjá Linfield, David Healy, ið er vónbrotin aftaná 1-2 tapið. Hann staðfestir, at tað fer at krevja betri verjuspæl og betri úrtøku frammanfyri málið hjá Víkingi, um søguríka liðið úr Belfast skal vinna seg víðari til Play Off umfarið:
##med2##
Víkingur – Linfield 2-1 (1-1)
1-0: Sjálvmál 3.
1-1: MatthewFitzpatrick 9.
2-1: Ingi Jonhardsson 56.
Víkingur: Hans Jákup Arngrímsson – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Sølvi Vatnhamar, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Árni Nóa Atlason – Poul Kallsberg, Jákup Johansen (Jørgen Nielsen, 69.), Ragnar Skála (Stefan Radosavljevic, 69.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bárður á Reynatrøð, Arnór Brandsson, Páll Eirik Djurhuus, Jákup Martin Jarnskor, Bjørn Bjarkhamar, Jósef Ólavsson, Rani Hansen, Ingi Arngrímsson, Martin Klein Joensen
Gult kort: Jákup Johansen, Aron Jarnskor Ellingsgaard
Venjari: Jóhan Petur Poulsen