2007 óvanliga lýtt

Bretskir granskarar siga, at árið í ár er tað lýggjasta á norðaru jarðarhálvu síðani 1850 Bretsku granskararnir siga, at 2007 er eitt av teimum lýggjastu árunum á Jørðini síðani 1850 og tað lýggjasta á norðaru jarðarhálvu hesi 157 árini, síðani mátingarnar byrjaðu.

-Hetta er ein staðfesting av, at tað gerst støðugt lýggjari á Jørðini, soleiðis sum veðurlagsfrágreiðingarnar hjá ST eisini vísa, sigur Michel Jarraud, sum er aðalskrivari hjá altjóða veðurfrøðifelagsskapinum.

Tølini hjá bretsku granskarunum vísa, at 13 tey lýggjastu árini síðani 1850 hava verið tey seinastu 15 árini.