Gongdin á altjóða flutningsmarknaðinum í ár verður avgerandi fyri framtíðina hjá tí stóra danska reiðarínu A.P. Møller-Mærsk. Tað skrivar Børsen og vísir til greinarar hjá viðkomandi fíggjarstovnum.
2009 var eitt sera vánaligt á hjá tí danska stórfelagnum, men greinararnir rokna við, at felagið fer at hava avlop í roknskapinum fyri 2010. Men tað er avgerandi, at tað eydnast felagnum at fáa meiri fyri at flyta farmin, so felagið fær vinning heldur enn hall av at flyta eina bingju.
Greinararnir leggja afturat, at marknaðurin er svikaligur, tí útboðið av flutningsmøguleikum er størri enn eftirspurningurin, skrivar Børsen.