2014 verður aftur eitt politiskt óskipað ár

- Einki stendur í stað. Vit eru altíð í eini tilgongd við menning ella minking. Um vit ikki menna okkara samfelag, so minkar tað, sigur Kristina Háfoss.

Hvat hevur tú at siga um árið 2013?

- 2013 hevur verið eitt hendingaríkt ár. Bæði uttanlands og í Føroyum. Tá ræður um serstakar hendingar í Føroyum, so standa okkara mentanar- og ítróttarfólk fyri fleiri jaligum stórhendingum. Ein røð av nýggjum sangum eru skaptir, og nýggir tónleikarar og bólkar hava gjørt minniligan og sera góðan tónleik, eitt nú Byrta og Døgg. Nógvir nýggir sjónleikir eru skaptir og framførdir, eitt nú á Tjóðpalli Føroya og Sangur í Mjørka. Eisini okkara ítróttarfólk hava skapt úrslit í heimsflokki í ár, og her kunnu nevnast eitt nú Livar og Pál. Føroyska matstovan KOKS varð eisini kosin at vera millum bestu matstovur í árinum sum fór. Hetta er nakað heilt serstakt og av alstórum týdningi fyri menning av okkara ferðavinnu og matstovuvinnu.

Kristina Háfoss vísir á, at vinnan eisini hevur ment seg í árinum - við fleiri jaligum framstigum innan offshore, alivinnuna, pelagisku vinnuna og ikki minst innan matstovu- og ferðavinnuna. Av meira neiligu hendingunum eru, at hetta árið tíverri eisini hevur verið merkt av fleiri syrgiligum ferðsluvanlukkum, ið hava kravt fleiri mannalív. Hetta hevur rakt sera meint.

- Politiskt hevur árið tíverri verið enn eitt vónbrot. Tí, 2013 var enn eitt ár, har spurningur kann setast við, um landið yvirhøvur hevur havt nakra veruliga leiðslu. Enn fleiri stuttskygdar politiskar avgerðir vórðu tiknar, ið fluttu Føroyar enn longur til høgru, skaptu minni samhaldsfesti og minni sjálvbjargni. Millum mongu dømini eru: 1) Ætlanir um ein privatan Skálafjarðatunnil – kosta hvat tað kosta vildi, 2) Ótryggleiki og óvirðiligar skerjingar innan eldraøkið, 3)  Munandi 3-ára blokkhækking, enntá blokkhækking eitt heilt ár inn í komandi samgonguskeið, 4) Avtøkan av Landsbanka Føroya, 5) Pensjónsnýskipanin varð slept, og í staðin varð tvungið 15% pensjónsinngjald, 40% pensjónsflatskattur og forskatting av pensjónum vald.

Hon sigur, at úrslitið er ein fyribilsskipan, har eingin veit, hvat hendir við fólkapensjónini, hvat skal setast í staðin fyri manglandi pensjónsskattainntøkur í framtíðini og ein munandi pensjónsskattahækking, serliga fyri tey við lágum pensjónum.

- Munandi hækkandi hall hjá landskassanum, ið gerst um -450 miljónir krónur í 2013, hóast nærum 400 miljónir krónur í nýggjum inntøkum (pensjónsforskatt og tilfeingisinntøkur) í mun til áðrenn henda samgongan tók við.

Kristina Háfoss vísir á, at makrel- og sildaósemjan við ES og handilsboykottið í hesum sambandi kemur eisini at standa eftir sum eitt av stóru málunum í 2013.

- Nú móti endanum av árinum er tað millum annað málið um setanin av einum kanningarstjóra, ið neyvan kann sigast at vera gegnigur at fremja eina óhefta kanning av Skálafjarðatunlinum, eitt nú, tí hesin er settur sum formaður í Gjaldstovuráðnum undir landsstýrismanninum í fíggjarmálum, og tí hesin arbeiðir fyri landsstýrismannin í fíggjarmálum í privatum málum – ið hevur sett dagsskránna og framhaldandi fer at seta dagsskránna í 2014.

Hon sigur, at tað, sum hon serliga fer at minnast 2013 fyri, tá ræður um uttanlands hendingar, er, at ein av stóru fyrimyndum hennara, Nelson Mandela, andaðist í ár.

- Hann hevur á so mangan hátt verið ein fyrimynd, bæði í sínum stríði fyri rættvísi og javnrættindum í heimlandinum, fyri hansara tolna og fyrigevandi lyndið og fyri hansara serstakliga góðu evni at geva íblástur og at leiða. Tíverri hevur árið eisini verið merkt av ófriði og ójavna í heiminum, eitt nú í Sýrialandi.

Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk?

- Mær dámar best at byrja nýggja árið saman við familju og vinum. Vit hava tí eisini í nøkur ár bjóðað til nýggjárstiltak heima hjá okkum. Soleiðis verður eisini í ár, her øll familjan savnast. 
Á skránni verður hugni og góður matur, heimagjørt sushi, fiskasúpan og kalt borð við góðum føroyskum viðskera. Her verða nógv børn, so tað plagar at vera lívligt, bæði innan- og uttandura. Seinni um kvøldið koma fólk ofta á gátt, og vóni eg, at so eisini verður í ár. Tá ræður um fýrverk, standa maðurin og børnini oftast fyri keypi av hesum. Mær dámar ómetaliga væl at hyggja at fýrverkinum, men lati børnini og mannin um at skjóta.

Gevur tú nýggjárslyfti?

- Ikki beinleiðis nýggjárslyfti. Meira nýggjársynski.

Hevur tú nakað nýggjársynski?

- Ja, eg havi fleiri nýggjársynski. Ynski sjálvandi, at tað fer at gangast landi, fólki, familju og vinum sera væl í 2014. Ynski mær eina nýggja leiðslu í landinum, sum fer at savna fólkið um at fremja ein nýggjan politikk, ið tryggjar at sum mest trivnaður og virðir verða skapt, at hesi verða rættvíst býtt millum fólkið, og at kósin verður sett móti einum sjálvbjargnum Føroyum og fólkavøkstri. Ynski so inniliga, at vit sum land í 2014 fara at megna at taka okkum enn betri av okkara børnum, ungu og vaksnu, ið hava serligar avbjóðingar. Framstig eru hend seinnu áratíggjuni, men enn er langt á mál, áðrenn vit av sonnum kunnu siga, at vit hava einar Føroyar, har øll hava javnbjóðis møguleikar at mennast og trívast. Hetta skal broytast.

Kristina Háfoss sigur, at ynski hjá henni er eisini, at tað fer at gangast væl hjá okkara mentanar- og vinnulívi, og at hesi fara at menna seg munandi í 2014, soleiðis at nógv nýggj størv, trivnaður og virðir kunnu verða skapt kring landið.

- Saman við einum málrættaðum útbúgvingarpolitikki er hetta eitt týðandi grundarlag undir at fáa skapt fólkavøkstur í landinum aftur. Serliga kann eitt jaligt úrslit av oljuboringunum í 2014 fáa sera stóran týdning fyri føroyingar og Føroyar. Hyggja vit útum landaoddarnar, so er ynski, at vit í 2014 og framyvir fara at síggja broytingar í altjóða samfelagnum, har fólk og stjórnir kring allan heim í nógv størri mun fara at megna at skapa frið og at býta ovurstóru virðir heimsins munandi rættvísari og betur.

Hvussu metir tú útlitini fyri 2014?



- Eri jalig av lyndi og bæði vóni og vænti, at 2014 fer at gerast eitt ár við framgongd á fleiri økjum. Hetta er eisini neyðugt, tí einki stendur í stað. Vit eru altíð í eini tilgongd við menning ella minking. Um vit ikki menna okkara samfelag, so minkar hetta. Tann framgongdin, ið verður, fer at koma frá tí áræði og dugnasemi, ið føroyingar til dagligt sýna í verki innan alskyns virki. Hartil má væntast ein ávís náttúrlig búskaparlig framgongd, ið tó helst verður varlig eftir so nógv ár við lágari privatari nýtslu og fíggjarligum aldudali.

Kristina Háfoss sigur seg ikki vænta, at henda framgongd fer at vera politisku skipanini at takka. Tvørturímóti.

- Tí, eg vænti tíverri, at politiskt fer 2014 at verða minst líka so óskipað sum 2013. Ein røð av nýskipanum og stórmálum mangla at verða framd, og enn er einki sum bendir á, at henda samgonga fer at megna at fremja hesi mál.

Hon vísir á, at fiskivinnunýskipanin, kommununýskipanin, samlað heilsunýskipan og nýskipan av fyrisiting og fólkaskúlanum eru millum mongu dømini.

- Samstundis nærkast valið, sum í seinasta lagi verður í 2015. Samgonguflokkarnir, sum í stóran mun hava runnið undan vallyftum sínum síðan valið, fara helst at byrja eitt valstríð longu í komandi ári, og tá vísir tað seg ofta sera trupult at fremja nøkur sum helst stórmál.

Hon heldur, at skal eitt serstakt mál nevnast, er hon sera stúrin um, at landsstýrið í 2014 fer at arbeiða fyri at leggja eldraøkið út til kommunurnar á ein hátt, ið fer at innibera stórar trupulleikar fyri kommunurnar og fólkið kring landið í framtíðini.

- Bæði tí útleggingin fer at krevja munandi meira umsiting, skapa størri ójavna í tænastuni kring landið, og at kommunurnar als ikki fáa neyðugu fíggingina at fíggja veruliga kostnaðin av eldratænastunum í framtíðini. Tykist sera greitt, at samgongan rennur undan ábyrgdini av eldraøkinum heldur enn at átaka sær fullu ábyrgdina. Tað góða við, at vit nú koma inn í eitt nýtt ár, er, at valskeiðið hjá hesi samgongu eisini styttist. Harvið nærkast skipan av eini nýggjari leiðslu við nýggjum, savnandi politikki fyri landið og fólkið alt, sigur Kristina Háfoss.