Tøl hjá Altjóða Arbeiðarafelagsskapinum, ILO, vísa, at í ár fara 202 milliónir fólk at standa í teimum almennu arbeiðsloysistølunum kring heimin.
-Hetta merkir, at í dag eru 28 milliónir fleiri arbeiðsleys fólk enn undan fíggjarkreppuni í 2007, skrivar ILO-stjórin, Guy Ryder, í einari nýggjari frágreiðing hjá felagsskapinum.
ILO væntar, at 5,1 milliónir fólk koma í arbeiðsloysisskránna afturat í ár, og at talið tá fer at liggja beint oman fyri 202 milliónir. Næsta ár koma tríggjar milliónir afturat, og framrokningin hjá ILO vísir, at í 2015 verður talið á arbeiðsleysum beint niðan fyri 211 milliónir.
-Tølini vísa týðiliga, at tað gongur tann skeiva vegin, og at støðan er nógv versnað um allan heimin, skrivar Guy Ryder.