Tað var í vár, at uppskot um frían abort fall á tingi við atkvøðunum 15 fyri og 15 ímóti. Framsókn, ið sum einasti flokkur hevur málið um frían abort í síni floksskrá, kom í innanhýsis trupulleikar, tá meiriluti av flokkinum atkvøddi ímóti uppskotinum frá landsstýrismannin hjá Framsókn, Bjarna Kárason Petersen, sum umsitur lógarmál í landsstýrinum.
Kaj Leo Holm Johannesen, sum seinasta árið hevur verið í farloyvi vegna sjúku, var ikki í farloyvi til tann tingfundin. Men hann var ikki á fundi. Hann hevði trupulleikar við at cleara, og tí var hansara atvkøða ikki við í atkvøðugreiðsluni. Men hann boðaði frá, at hann var fyri uppskotinum og hevði atkvøtt fyri, um hann var á tingfundi. Fyri Kaj Leo seinasta árið hevur Jaspur Langgaard møtt. Hann er imóti uppskotinum.
Nú tá Árni Dam tekur við sum nýggjur tingmaður fyri Sólvit Nolsø, ið sum kunnugt leggur frá sær sum tingmaður, er enn ein nei-atkvøða skift um við eina ja-atkvøðu. Nú kundi verið verið meiriluti fyri uppskotinum.
Men tað er ikki vanligt, at eitt landsstýrisfólk leggur framaftur eitt uppskot, sum er fallið. Tað í sær sjálvum ger tað ósannlíkt, at Bjarni Kárason Petersen fer at leggja tað framaftur. Hann sigur tó við Frihedsbrevet, at hann umhugsar støðuna, og um hon er so nógv broytt, at hann kann leggja uppskotið framaftur.
Skal hann gera tað, so má hann tryggja sær frammanundan, at hann fær undirtøku. Og tað kann vera ringt, tí tað fer at krevja, at tingfólk úr andstøðuni skulu geva honum hesa vissuna.
Tó er annar sannlíkari møguleiki at tingfólk leggja uppskotið fram. Tað kundi verið tingfólk bæði úr andstøðu og samgongu. Soleiðis var eitt nú gjørt við hjúnarbandslógini á sinni, sum loyvdi fólki av sama kyni at giftast. Tá løgdu trý tingfólk úr samgonguni uppskotið fram, sum soleiðis ikki var samgongumál.
Um eitt nú Eyðdis Hartmann Niclasen, Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og kanska Kaj Leo Holm Johanensen við vóru uppskotstillarar saman við trimum samgongutingfólkum, so kundi uppskotið fingið størri undirtøku. Ganga vit út frá, at støðan er hin sama sum tá uppskotið fall 15. mai í fjør – og at Kaj Leo Holm Johannesen og Árni M. Dam atkvøða fyri, so er meiriluti fyri uppskotinum.
Tað er helst ein sannlíkari møguleiki, enn at landsstýrismaðurin leggur sama mál, sum fall, framaftur.
Eitt annað, sum birtir undir at slíkt uppskot verður lagt fram hesum megin valið er, at nú er møguleikin. Verður tað ikki gjørt fyri valið – og kemur andstøðan fram at valdinum eftir næsta val, so er møguleikin farin, og so ganga nógv ár, til møguleikin kemur aftur.