21 dagar uttan mat og drekka

Hvussu kann ein maður klára seg í einum 12 fót stórum báti úti í Atlantshavinum ? við ongum mati og vatni í 21 dagar. Tað letur seg gera. Hetta er søgan um russaran, Valdim Smolyan, eitt prógv um Herfyri fann írska sjóverjan ein 22 ára gamlan russara, Valdim Smolyan, í einum lítlum báti heilar 210 kilometrar út fyri útsynningsstrondini á Írlandi. Maðurin hevði tá rikist á havinum í 21 dagar ? uttan mat og drekka.

Báturin var einans 12 føtur stórur, men hevði kortini klárað at hildið sær omaná sjónum í fleiri lágtrýstum og illveðri í økinum.

Russarin var eftir umstøðunum væl fyri, tá sjóverjan kom fram á bátin, sum hann eftir øllum at døma hevur stjolið í franska býnum Roscoff tíðliga í september.

Men tað var ikki bara sum at siga tað at fáa mannin úr bátinum.

Tá ið sjóverjan kom út á leiðina, hevði hon trupulleikar at samskifta við Valdim Smolyan. Sum skilst, vildi hann treyðugt úr bátinum, men at enda játtaði hann at koma upp í bjargingarskipið, Le Aisling.

Seinast, vit frættu, bíðaði Valdim Smolyan eftir avhoyring í málinum.

Russarin var væl fyri, men hann var ógvuliga svangur og tystur.

Í Írlandi undra tey seg yvir, at maðurin er komin livandi frá hesi ferð ? í so lítlum báti og við ongum mati og drekka.

Tað er heimasíðan seilas.no sum ber hesi tíðindi.