22.700 skógvaeskjur úr Føroyum

Eins og gjørt hevur verið seinastu árini, verður aftur í ár savnaðar skógvaeskjur til børn í fátækum londum, so sum Rumenia, Kirgisistan og Ukraina. Framyvir fara føroysku skógvaeskjurnar til Kirgisistan.

Síðani 2003 hava føroyingar havt møguleika at vera við í tiltakinum Christmas Child, sum tekur sær av at fáa allar hesar eskjurnar til tey, ið hava tørv á teimum.

Christmas Child er partur av enska kristna felagsskapinum Samaritans Purse, sum ger hjálpararbeiði úti í heimi.

Endamálið við felagsskainum er at skapa gleði og vón í barnahjørtum, við at geva teimum eina skógvaeskju fylta við gávum.

Her kunnu tey føroysku børnini, saman við teimum vaksnu, sjálvi vera við til at velja teir lutirnar og gávurnar sum verða sendar út í heim - í framtíðini altso til Kirgisistan, sum er grannaland við Kina.

- Har tað er møguligt, verður ein bóklingur við bíbliusøgum latin børnunum á teirra máli, verður upplýst frá føroysku deildini hjá Christmas Child.

Føroyingar hava seinastu árini givið 22.746 skógvaeskjur til børn í millum annað Rumenia, Kirgisistan og Ukraina.

- Gávurnar verða givnar við atliti til tørvin hjá børnunum og ongar treytir verða settir um átrúnað og politiska áskoðan.


Deyðans tríkantur

Hóast neyðin er stór í teimum londunum, har føroyingar hava verið við til at sent skógvaeskjur, hevur felagsskapurin Samaritans Purse eisini eyguni vend til onnur støð.

Felagsskapurin arbeiðir saman við staðbundnum kirkjum og samkomum í samband við at veita neyðhjálp. Her verður arbeitt við at útvega fólki reint drekkivatn; at fáa í rættlag sanitær viðurskifti; at fyribyrgja HIV og at hjálpa HIV-raktum; at hjálpa børnum við skúlagongd og at hjálpa í bráðfeingis neyðstøðum.

Men tá vanlukkur raka ymsa staðni í heiminum, kemur felagsskapurin eisini til hjálpar. Hetta sást millum annað í Japan og Haiti, tá náttúruvanlukkur raktu hesi økir við tsunami og jarðskjálvta. Arbeitt verður eisini nógv við at veita hjálp til sjálvhjálp.

Nú stór hungursneyð er í Kenya, Somalia og Etiopia, eisini kallað ”deyðans tríkantur”, er Samaritans Purse í gongd við neyðhjálp har.

Turkurin, sum hevur verið í 2 ár, er tann ringasti, sum fólk vita um seinastu 60 árini ella nakrantíð yvirhøvur. Her verður arbeitt við at nøkta tørvir á vatni, mati, heilsurøkt, vitaminum og sanitærum viðurskiftum.

Um tú vilt verða við til at hjálpa til í hesum neyðstødda partinum av Afrika, kann ein stuðla Samaritans Purse, sum skipar soleiðis fyri, at tær staðbundu samkomurnar og kirkjurnar á staðnum skulu røkka teimum, sum tørva hjálpina allar mest.

- Her ger øll hjálp stóran mun, verður sagt. 




Gleðin sást

Fleiri av føroysku skógvaeskjunum eru sendar til børn í Rumenia, her tær verða senda til tey ið ringast eru fyri.

Alina, ið er samverkafólk hjá Samaritans Purse í Rumenia hevur greitt soleiðis frá, tá ið skógveskjurnar komu til heimland hennara.

“Eg var við at deila skógvaeskjur út í fátæku heimbygd míni. Ein dagin í mars mánaði, tá eg var á veg heim, komu tveir smádreingir rennandi til mín. Spentir fortaldu teir um skógvaeskjurnar, sum teir høvdu fingið í desember mánaði árið fyri.

Andlit teirra vóru fylt við spenningi, sum teir greiddi mær frá hvørjum einasta luti í teirra eskjum. Smádreingirnir fylgdu mær heim, og tosaðu allan vegin um skógvaeskjurnar.

Tríggir mánaðir vóru gingnir, síðani teir fingu eskjurnar – men um tú hevði sæð hvussu gleðin lýsti av andlitum teirra, so hevði tú trúð, at teir høvdu fingið eskjurnar henda sama dagin.”

(kelda: christmaschild.fo)



Fundur um skógvaeskjur

Øll, sum hava áhuga í at verða við í tiltakinum Christmas Child ella hoyra meira um hetta, verða nú boðin til kunningarfund í Kollafjarðar skúla mánakvøldið 29. august kl. 19.30.

Kvøldið er ætlað at verða til íblástur og upplýsing fyri tey, sum hugsa um at verða við í tiltakinum í ár. Drama, dvd, kunning frá túri í Kirgisistan, hagar eskjurnar fara framyvir verður á skránni. Harafturat fæst tilfar um Christmas Child.