Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at 22 fólk framvegis eru saknað eftir russisku álopini næst síðstu nátt.
Talan er um býin, Ternopil, sum liggur har vesturi í Ukraina, og her vórðu tveir íbúðarblokkar raktir í álopunum.
Í minsta lagi 26 fólk eru staðfest deyð og fleiri enn hundrað eru løstað, vita ukrainsku myndugleikarnir at siga.
Stúrt verður fyri, at talið av deyðum fer at veksa enn meira so hvørt, sum bjargingarlið koma ígjøgnum leivdirnar av íbúðarbygningunum.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í dag.










