Myndir: Álvur Haraldsen

Tangabilur koppaður í Kirkjubø

Ein tangabilur hjá Magn liggur á liðini við síðuna av vegnum í Kirkjubø

Myndir: Álvur Haraldsen

Fyrrapartin í morgun hendi eitt ferðsluóhapp í Kirkjubø, har ein tangabilur fór út av vegnum og koppaði.

Bilurin var á veg niðan á ovara veg í Kirkjubø við olju, tá hann fór á glið í hálkuni og gleið út av vegjaðaranum og koppaði.

Av politistøðini í Havn verður sagt, at eingin fólkaskaði var.

Tá myndamaður okkara var á stðanum, vóru menn frá Tórshavnar Sløkkiliði eru ferð við at fyrireika arbeiðið at tøma oljuna úr bilinum, áðrenn hann verður tikin uppaftur.

 

##med2##

 

##med3##

 

Myndir: Álvur Haraldsen