Seinnapartin í dag váttaðu myndugleikarnir í Chili, at fimm útlendsk ferðafólk eru funnin deyð í tjóðarparkini, Torres del Paine í Chili.
Lundin liggur í sonevndu Magallanes-regiónini í syðra parti av landinum. Sagt verður, at herviligur kavastormur rakti økið í gjár.
Tey fimm, sum lótu lív, eru tveir meksikanskir borgarar, kvinna og maður, tveir tyskarar, eisini kvinna og maður og ein bretsk kvinna.
Myndugleikarnir í økinum vistu í dag at siga, at nú verður arbeitt við at fáa líkini av teimum fimm heim úr lundini, men neyðugt er at bíða, til veðrið batnar.
Tað veit chilenska ávísin, Emol, at siga í dag.
Ætlanin er, at ein tyrla hjá chilensku verjuni skal heinta líkini, tá tað aftur er trygt at flúgva í økinum.
Svenska kringvarpið - SVT - veit at siga, at fýra onnur ferðafólk, sum eisini vóru í tjóðarlundini, vórðu bjargað í kavastorminum.
Sum skilst, er Torres del Paine ein velduga stór og avbjóðandi tjóðarlund, og her kann vera trupult at koma sær fram, eisini við motorakførum.
Tjóðarparkin er stongd, meðan kanningararbeiðið fer fram, og meðan roynt verður at bjarga líkunum.
- Tað mest avgerandi er nú at eyðmerkja líkini og bera teimum avvarðandi boðini, siga myndugleikarnir í Chili.











