Setrið, Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi:
Á heysti í 2025 byrjaði nýtt skeið í demensvinarligari viðgerð og røkt á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya.
Skeiðið hevði leingi verið eitt hjartamál hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, sum vildi styrkja demensøkið við fakligari menning og útbúgving.
Endamálið við skeiðinum er at geva starvsfólki í heilsuverkinum meira vitan og størri innlit í ymsar demenssjúkur og sjúkugongdir.
Dentur verður lagdur á at menna førleikar til at staðfesta, fyribyrgja og handfara avbjóðandi støður í sambandi við røkt og viðgerð av persónum, sum hava demens, bæði heima og á sjúkrahúsi.
Somuleiðis hevur skeiðið til endamáls at styrkja førleikarnar hjá heilsustarvsfólki at veita virðiliga, trygga og fakliga grundaða røkt og viðgerð, ið tekur atlit at teimum kognitivu og sálarligu avbjóðingunum, sum kunnu fylgja við demensi.
Í dag løgdu 22 skeiðsluttakarar sínar próvtøkuuppgávur fram, og so var eisini prógvhandan.
Uppgávurnar viðgera fjøltáttað evni so sum at flyta á demensdeild, samstarv millum heilsustarvsfólk og avvarðandi, og persónsmiðaða sjúkrarøkt og tilgongdir í røktini.
Tey, sum í dag fingu prógv, arbeiða til gerandis ymsastaðni í heilsuverkinum í Føroyum. Tey telja sjúkrarøktarfrøðingar, fysio- og ergoterapeutar á sjúkrahúsdeildum, røktarheimum og í heimarøktini kring landið.
Skeiðið er eitt týdningarmikið stig í menningararbeiðinum at styrkja førleikar og dygd á demensøkinum í Føroyum.
Sunrit Niklasdóttir, sum er námslektari á DHS á Setrinum, hevur verið skeiðsábyrgdari og hevur gingið á odda at menna skeiðið saman við serfrøðingum á økinum.
Halldis Joensen, sum er mennari og samskipari á vitanardeindini fyri demens á Landssjúkrahúsinum, var í dag inni á gólvinum, nú prógvhandan var.
##med2##
Halldis Joensen sigur, at arbeiðið við at gera heilsuverkið meira demensvinarligt hevur sera stóran týdning.
- Eitt av málunum í Demensætlanini fyri Føroyar var at fáa eitt føroyskt skeið í demensi, sum kundi menna vitan og samstarv millum eindir og geirar, og á tann hátt vera við til at gera Føroyar demensvinarligar, sigur hon.
- Eg eri glað fyri, at sjúkrarøktarfrøðingar frá sjúkrahúsunum eisini hava luttikið á skeiðinum, tí soleiðis kunnu vit gera okkara sjúkrahús meira demensvinalig, sigur Halldis Joensen.
Borghild á Fløghamri er sjúkrarøktarfrøðingur og deildarleiðari á røktarheiminum Lágargarði í Havn. Hon er ein teirra, sum í dag kundi frøast um at hava staðið prógv.
- Vit hava fingið góða og professionella undirvísing við støði í nýggjastu gransking og lóggávu um demens, sigur hon og leggur aftrat, hvussu gott tað hevur verið at hugsavna seg saman við fólki, sum arbeiða innan fyri allar geirar á demensøkinum í Føroyum.
##med3##
- Í okkara uppgávu skuldu vit koma við uppskoti um, hvussu vit kunnu menna praksis, og tað gav gott og gevandi kjak í bólkinum, sigur Borghild á Fløghamri.
Anja Brekkstein, sjúkrarøktarfrøðingur og toymisleiðari á H1 vestur á Landssjúkrahúsinum, sigur, at hon hevur fingið stóran íblástur til ítøkilig átøk, nú hon hevur verið á demensskeiðinum á Setrinum.
##med4##
- Ja, skeiðið hevur givið mær størri vitan um demens sum heild og givið mær blóð upp á tonnina at arbeiða víðari við demensi við tí fyri eyga at betra um innleggingina hjá demenssjúkum fólki. Eg havi fingið mong hugskot, eisini á heilt lágpraktiskum stigi, sigur hon.
- Sum partur av einum leiðslutoymi kann eg jú seta átøk í verk, og tað hava vit longu gjørt og fara heilt víst at gera meira av, sigur Anja Brekkstein.
Tú kanst lesa meira um demensskeiðið her.














