Oljuleiting
-Tað gongur eftir ætlan, tíðarætlanin heldur og vit meta framvegis, at 1. september er dagurin, tá vit kunnu siga nakað ítøkiligt um úrslitið av boringini. Hetta sigur ein at síggja til opinskáraður men tá kemur til stykkis rættiliga fáorðaður Rúni Hansen, stjóri í Statoil Føroyar, sum stendur á odda fyri boringini hjá Statoil-samtakinum.
Rúni Hansen ger alt fyri eitt greitt, at teir fáa einki sagt um boringina, tí Oljumálastýrið hevur treytað sær allar upplýsingar. ?Vilja tit vita nakað, so mugu tit tosa við Oljumálastýrið er afturvendandi svarið frá honum.
Sosialurin hevur saman við útlendskum jarðfrøðingi mett, at hóast einki basalt skal hava verið um tær leiðir, har tað verður borað, so er ringt at koma heilt uttan um basalt. Uttan iva hava oljufeløgini bæði verið noydd at bora gjøgnum eina tunna lynd av basalti, og tað hevur so neyvan seinkað tað stóra. Men hetta er so ein avbjóðing, sum tey helst hava roknað við sigur keldan við blaðið. Møguliga hevur hetta basaltlagið seinkað eitt sindur og møguliga hevur tað kostað okkurt borihøvdið eisini. Tað er so tað, sum oljufeløg kunnu koma út fyri. Rúni Hansen vil tó hvørki vátta ella avsanna, at teir hava borað í basalti, men sigur bert, at tess longur tú kemur móti landi, tess tjúkri verður basaltið.
Á skrivstovuni hjá Statoil í miðbýnum í Havn stendur nógv á. Tað sæst á fólkinum. Spenningurin er ovurstórur, nú tað nærkast málinum. Inni í tí mesta heilaga situr ein lítillátin og sera fryntligur breti. Dave Ellis eitur hann. Hann er ikki hvør sum helst, tá talan er um kunnleika til undirgrundina og her ikki minst til føroysku undirgrundina. Dave hevur nevniliga verið við á føroyaøkinum frá byrjan. Í meira enn 5 ár hevur hann, eitt nú saman við Rúna Hansen, verið við til at leggja brikkarnar til torføra føroyska undirgrundarpuslispælið. Tað er ikki minst Dave Ellis at takka, at tað hevur eydnast at fáa leiðsluna í Statoil at taka føroyaøkið í álvara og seta góðar 200 mill. kr. í bert hetta eina boriprojektið.
Dave Ellis hevur eisini fingið kjaftband og tí nyttar einki at fritta hann um nakað. Hann smílist og peikar á eitt kort, sum vit bert sleppa at síggja í ein brøkpart av einum sekundi. ?Hava tit kunnleika til jarðfrøði, so gloymið, hvat tit sóu sigur hann við blaðmann og myndamann á Sosialinum. Hann hevur nettupp víst okkum ein skurð av undirgrundini, har borað verður. Onkunstaðni fjart burturi hómast bylgjutar linjur.
Dave Ellis hevur góðar vónir. Tað hava jarðfrøðingar altíð sigur hann, men vísir samtíðis til, at teirra skot er 30% møguleiki fyri ?jackpot?. Men tað merkir eisini, at heili 70% møguleiki er fyri at raka við síðuna av.
Dave Ellis hevur sera hollan kunnleika til føroysku undirgrundina. Ja hann er kanska tað, sum kemur næst einum Jóannes Rasmussen ella Martin Heinesen. Í løtuni er hann við at leggja síðstu hond á eina bók, saman við øðrum, um føroyska jarðfrøði. So eisini tað bíða vit í spenningi eftir.
Vilja hava góða byrjan
Morgunin vit vitja sita jarðfrøðingar, geofysikarar, boriverkfrøðingar og logistikkfólk við stóra borðið. Her verða allir træðrir savnaðir og her verða allir spurningar vendir. Her verður leitingin stýrd og fylgd. Aftrat hesum mongu fakfólkum eru eisini serkøn umborð á Sovereign Explorer og á stóra databasaskrivstovuni í London. Einki verður latið til tilvildina. Alt er neyvt tilrættalagt. Við borðendan situr Helge Håland, boristjóri, sum hevur drúgvar royndir frá leiting kring allan knøttin. Jú Statoil hevur savnað síni bestu fólk fyri at fáa eina góða byrjan á føroyska landgrunninum.
Hóast Statoil er risafyritøka, so er tað leiðslan í føroysku deildini, sum hevur ábyrgdina av boringini við Føroyar. Rúni Hansen hevur fingið hesa stóru uppgávu. Og hann tykist ikki bera ótta fyri ikki at megna hana. ?Sjálvandi samstarva vit við Statoil í London og í Stavanger, men vit hava seinasta orðið og ábyrgdina. Og tað vilja vit so sanniliga liva upp til sigur tann altíð blíðskortaði eysturoyingurin, sum júst er fluttur til høvuðsstaðin.
Verður brunnurin turrur, so fer Statoil undir sína næstu boring í 2003. Men verður olja funnin longu nú, verða helst boraðir ein ella tveir avmarkingarbrunnar næsta ár. Hetta fyri at vita, hvussu stórt eitt felt er. Og er tað lønandi, so verður farið undir at fyrireika útbygging. Tað ganga so fimm ár til fyrsta oljan rennur upp. Tvs. í 2007. Rúni Hansen dylur ananrs ikki fyri, at tað kann gerast ein trupulleiki at skaffa broipallar næsta ár.
Sjálvur vónar hann, at teir finna olju. Men hann leggur dent á, at óvissan framvegis er sera stór. ?Nógvir turrir brunnar eru boraðir kring Foinaven og Schiehallion feltini. So tú veit ongantíð. Einki er givið uppá forhond.
Rúni Hansen er annars sera væl nøgdur við, at tað hevur gingið so væl bæði umborð og á landi. -Eingin skaði hevur verið, og føroyska manningin hevur gjørt eitt framúr gott arbeiði skilji eg á teimum, sum hava arbeitt umborð. Og á landi hevur gingið væl bæði við flúgving og útgerðarhavn, so vit hava alla orsøk til at vera nøgdir.