23.000 til barnadeildina

Í gjáramorgun var Rúna Wardum, deildarsjúkrasystir, og tók ímóti einum kekki á heilar 23.026 kr, sum børnini í Skúlanum við Løgmannabreyt høvdu valt at lata barnadeildini á Landssjúkrahúsinum.

Næmingar og lærarar í skúlanum við Løgmannabreyt hava aftur í ár havt eitt tiltak, tey nevna "Børn hjálpa børnum." Har hava tey gjørt ymiskt handaligt, t.e. jólapynt, smákakur, bomm v.m., sum tey hava selt til eina jólasølu, har familjan kundi keypa. Eisini seldu tey lutaseðlar.

Rúna takkaði mangar ferðir fyri stóru gávuna og greiddi frá, at á barnadeildini ætla tey m.a. at brúka peningin til at keypa ein rusjibana til smærru børnini.

Hon bað eisini um hugskot til, hvat tey hildu størri børnini á barnadeildini vildu verið glað fyri. Onkur teirra helt, at VR, (Virtual Reality) brillur, har man upplivir tað sum, at vera í einum øðrum heimi, kundi verið ein spennandi gáva til størru innløgdu børnini.

Ein gamingstólur til Playstation var eisini eitt gott boð.