230.000 krónur til ferðavinnu

Sands bygdarráð metir, at kommunan skal verða ein virkin viðleikari at fáa eina vinnu burtur úr Sandsbygd sum ferðamáli.

Á fundi í Sands bygdarráð í heyst varð samtykt at stuðla Sandoyar Sýslu Ferðalag (SSF) við 230.000 krónum, nú stuðulin hjá landinum fellur burtur. Men, hesin stuðul er ikki samtyktur uttan treytir, og neyvu treytirnar eru settar upp í fýra punktum. Við stuðlinum væntar Sands kommuna –

 

* at síggja fleiri tilboð innan ferðavinnu lokalt á Sandi

* at kunningin um hesi tilboð verður sjónligari á Sandi, runt um landið og á netmiðlum

* at SSF er virkin viðspælari í marknaðarføringini av tiltøkum, ið kommunan og áhugafelagsskapir í kommununi skipa fyri

* at SSF framyvir leitar sær ískoytisfígging til rakstur og menning frá øðrum aktørum, og í seinasta lagi í september 2019 leggur fram ætlan fyri framtíðarfígging av ferðavinnuni í Sandoyar sýslu.

 

Í skrivi, sum Sands bygdarráð um dagarnar hevur sent í hvørt hús á Sandi, verður sagt, at endamálið við at leggja fleiri pengar í SSF er fyri bygdarráðið at fáa fleiri tilboð til ferðafólk á Sandi, og at hetta samstundis skal økja um umsetningin hjá veitarum á Sandi.

 

- Endamálið er eisini at skapa grundarlag fyri, at borgarar á Sandi kunnu liva av at bjóða seg fram í ferðavinnuhøpi.

 

Bygdarráðið metir, at kommunan skal verða ein virkin viðleikari at fáa eina vinnu burtur úr Sandsbygd sum ferðamáli og at fáa hesa vinnu skipaða, so ferðavinnan órógvar bygdarlívið sum minst og ikki slítur upp á náttúruna á staðnum.

 

- Hinvegin má endamálið eisini vera, sigur bygdarráðið, at henda vinna við tíðini klárar seg uttan kommunalan peningastuðul.

 

Sands bygdarráð heldur tað vera sera týdningarmikið, at framtíðarætlanir verða lagdar soleiðis til rættis, at tær eru í tráð við nevndu endamál.