24 fleiri børn fødd í Føroyum í fjør

Í 2018 vórðu 680 børn fødd í Føroyum

Í fjør vóður tilsamans 680 børn fødd í Føroyum. Tað eru 24 børn fleiri samanborið við 2017, tá 656 børn vórðu fødd í Føroyum. 

 

Av teimum 680 føddu børnunum í fjør vóru 343 dreingir og 337 gentur.

 

Sambært Landssjúkrahúsinum var mest at gera á føðideildini á Landssjúkrahúsinum í mai mánað, tá 74 børn vórðu fødd, og minst var í februar, tá 39 børn vórðu fødd. Onki barn varð føtt nýggjársaftan, og fyrsta barnið í Føroyum í 2019 kom í verðina 1. januar. Tað var ein drongur.

 

Talið av føddum børnum í Føroyum hevur ikki verið oman fyri 700 síðan í tíðarskeiðnum millum 2002 og 2005.