24 ár síðani ÍF fekk fult

B36 ætlar ikki, at kiksarin á heimavølli móti einum av teimum lægru staddu skal endurtaka seg


Fuglfirðingar plaga ikki at trívast nakað serligt í Gundadali. Tað siga hagtølini. ÍF hevur ikki vunnið móti B36 í høvuðsstaðnum síðani í 1982, tá ið teir vunnu 2-0. Í fjør eydnaðist tó at røkka 1-1, eftir at ÍF hevði verið á odda. Tað man vera tað avrikið ímóti meistarunum, sum Petur Simonsen skal vísa sínum spælarum á undan ferðini til Havnar.
                      Í vár vann B36 3-1 í Fuglafirði, men ta ferðina var ÍF avgjørt ikki niðurspælt.
                      Fuglfirðingar eru skerdir, tí Bartal Eliasen fyri aðru ferð í ár er leikbannaður. Eyðun Ryggshamar var ikki við í málleysa javnleikinum móti KÍ. Hann koykti fótin í síðstu viku. Í hesi vikuni hevur hann vant alt meiri, og tað verður vónað, at stríðsmaðurin verður á miðvøllinum.
                      Iulian Florescu vandi við ÍF mánakvøldið, men síðani hevur hann ikki verið at síggja í Fuglafirði.
                      B36 spælir fyri tíðina ímóti teimum niðastu á støðutalvuni. Teir megnaðu sunnudagin tepran 1-0 sigur á Toftum, eftir at teir á heimavølli ikki høvdu megnað meiri enn 2-2 ímóti VB/Sumba. Tað avrikið ella ikki avrikið ætla teir ikki skal endurtakast nú sunnudagin.
                      Allir B36 spælararnir eru tøkir uttan teir báðir, sum eru langtíðarskaddir. Men tað kann hugsast, at samansetingin av teimum fyrstu ellivu fer at verða øðrvísi móti ÍF, enn hon var á Toftum.