Fólkatalið í Føroyum minkar alsamt og hetta seinasta árið eru vit vorðin 245 færri.
Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at fólkatalið í Føroyum minkaði 245 fólk frá 1. mars 2011 til 1. mars 2012??
Fólkatalið 1. mars 2012 var 48.285.
Í hesum tíðarskeiði vórðu 576 børn fødd og 358 fólk doyðu.
Burðaravlopið var sostatt 218.
Samstundis fluttu 1.716 fólk av landinum og 1.253 fluttu til Føroyar, ið gevur eina nettoflyting av landinum uppá 463 fólk.
- Heldur hendan gongdin fram árið út, verður talan um størstu minking í fólkatalinum síðstu 16 árini.
Fólkatalið minkaði í 23 kommunum, vaks í seks kommunum og var óbroytt í einari kommunu.
Størsti vøksturin var í Vága Kommunu, har fólkatalið vaks 38 fólk.
Hetta kemst av stórum burðaravlopið og tilflyting.
Fólkavøksturin í Klaksvíkar Kommunu er minni enn minkingin í hinum kommununum í Norðoyggjum.
Størsta minkingin í fólkatalinum var í Tórshavnar, Fuglafjarðar, Nes, Eystur, Runavíkar, Sands, Sørvágs og Sumbiar kommunu, og har er tað serliga tann stóra nettofráflytingin, ið ger munin.
Lutfalsliga var størsta minkingin í Húsa, Kunoyar og Sumbiar kommunum.