Trump hækkar tollin hjá Kanada úr 25 til 35 prosent

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hækkar innflutningsgjøldini á kanadiskum vørum úr 25 til 35 prosent frá í dag at rokna.

Tað boðaðu Hvítu Húsini frá á heimasíðuni í gjár.

Kanada ger framvegis ikki nóg mikið fyri at forða fyri, at kraftmikla opioidið fentanyl og onnur ólóglig rúsevni streyma inn í USA, skriva Hvítu Húsini.

Trump hevur hildið tað vera neyðugt at hækka innflutningsgjøldini orsakað av tí, sum hann lýsir sum framhaldandi atgerðarloysi frá Kanada.