25 milliónir hava sæð Bjarna og avgustin

Hendingin tá avgusturin sprongdist við Áir 26. november í fjør er farin víða um heim.

Hendingin tá avgusturin sprongdist við Áir 26. november í fjør er farin víða um heim.

 

Tað var Bjarki Thomsen, myndamaður í sjónvarpinum, sum var so heppin at filma hendingina, tá Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, skar hol á magan á hvalinum. Hann hevði tá ligið í sjónum deyður í nakrar dagar, og rot var komið í.

 

Tá Bjarni Mikkelsen setti hol á magan var ein sera stór spreinging, sum sæst á flimsbrotinum omanfyri.

 

Bjarki Thomsen sigur í dag, at filmsbrotið er víst 25.448.656 ferðir.