Gransking
Sclerosufelagið í Føroyum er nú farið undir at savna inn 25 oyruni, sum 1. oktober í ár fara í søguna.
Felagið hevur sett upp plastikbússur í handlum og kioskum, og higartil eru 60 bússur soleiðis komnar út um landið. Fleiri bússur eru bílagdar úr Danmark, har føroyska felagið er limur í danska felagnum, og sum dagarnir ganga, verða uppaftur fleiri bússur at síggja, sum hesi smáu 25 oyruni kunnu koyrast í.
Mogens Eriksen gjørdist formaður í Sclerosufelagnum á aðalfundi felagsins 30. mars, tá ið Hendrik Jacobsen, sum hevur verið formaður seinastu árini, legði frá sær.
- Nú 25 oyruni fara í søguna, eru vit saman við móðirfelagnum í Danmark farin undir at savna hesi oyru í bússur, sum vit seta upp í handlum og kioskum og aðrastaðni kring landið, sigur Mogens Eriksen.
Umráðandi gransking
Tú kanst ímynda tær, at tú ert til arbeiðis, og at øll orka knappliga er burtur úr kroppi tínum – eins og tá tú tekur stikkaran úr eini stikkontakt. Tú kanst gerast so troytt/ ur, at tú ikki hugsar um annað enn at sova.
- Soleiðis hava nógv fólk tað, sum eru rakt av sclerosu. Eyðkennið, sum verður rópt sclerosutroyttleiki, er eitt ósjónligt brek, sum hevur stóra ávirkan á lívsvirðið, og sum samstundis er trupult at greiða frá.
Mogens sigur, at orsøkin til sclerosutroyttleika er í stóran mun ókend, og tí finst eingin viðgerð fyri hesum.
- Men tað eru granskarar, sum fegnir vilja granska í hesum. Gransking kostar pening, og tað er tí, at vit saman við móðirfelagnum hava gjørt av at samla inn 25 oyruni til frama fyri gransking.
Hann vísir á, at Sclerosufelagið í Danmark eitt nú hevur umsókn liggjandi til eina verkætlan, sum skal kanna, um sclerosutroyttleiki kann standast av broytingum í heilanum.
- Um úrslitið vísir, at so er, vil granskarin, sum hevur søkt um at sleppa at granska hesi viðurskifti, eftirfylgjandi gera royndir at viðgera troyttleikan við ávísum evnum.
Mogens sigur, at alt eftir, hvussu nógvur peningur kemur inn við innsavnanini, bæði í Danmark og her heima, fer móðirfelagið at seta út í kortið, hvussu peningurin skal brúkast.
- Á heimasíðuni hjá danska felagnum kann lesast, at gevur innsavningin 2 miljónir krónur, merkir tað, at meira peningur verður veittur til smáar danskar granskingarverkætlanir. Gevur innsavningin 5 miljónir krónur, kunnu fleiri danskar granskingarverkætlanir fáa stuðul og soleiðis koma í gongd – og í triðja lagi: Gevur innsavningin 10 miljónir krónur, merkir tað, at dýrari verkætlanir, sum kanningar av heilivági móti blóðtrýsti hjá sclerosuraktum, kunnu setast í gongd.
Á bússunum, sum settar eru við handilsdiskar og aðrastaðni kring landið, er slagorðið, at “tíni 25 oyru gera munin”.
- Í Danmark hava eini 70.000 fólk fingið staðfest sclerosu, og í Føroyum halda vit, at talið ikki er niðanfyri 50. Sclerosa kann ikki lekjast, men granskarar gera stór framstig, og tí kann peningur, sum kemur inn til gransking, betra um livikorini hjá sclerosuraktum.
Mogens sigur, at føroyska felagið fær stóra hjálp frá danska móðirfelagnum, og tí kemur ein slík innsavning í Danmark og í Føroyum eisini sclerosuraktum føroyingum til góðar.
- Vit hava fingið 60 bússur heim higar og hava bílagt 60 aftrat. Seinni fara vit á okkara heimasíðu www.sclerosufelag.fo at kunna um, hvar hesar bússur eru at finna kring landið, sigur hann.
Fleiri kvinnur
Formaðurin í Sclerosufelagnum sigur, at felagið hevur tilsamans 370 limir, harav 41 eru skrásett sum rakt av sjúkuni. Hinir eru stuðulslimir, serliga familja, vinir og kenningar hjá teimum raktu.
- Tað eru nøkur fleiri rakt og búsitandi í Føroyum enn hesi 41, og vit vóna, at eisini hesi vilja gerast limir í felagnum. Orsøkin til, at øll ikki gerast limir, tá ið tey fáa staðfest sclerosu, kann vera, at tey ikki kenna felagið nóg væl – ella tí, at tey eru so tyngd av hesum veruleika, at tey ikki hava avlopsorku til at taka upp sambandið við felagið.
Mogens sigur, at umleið 2/3 av teimum, sum verða rakt av sclerosu, eru ungar kvinnur í tríatiárunum, men vit hava eisini eina sum lim, sum er í tjúgunum.
- Vit hava skilt, at yngsti danin, sum er raktur, er 19, leggur hann aftrat.
Hann vísir á, at í Føroyum var eingin staðfest sclerosa fyri seinna kríggj, men seinnu árini er ein nýggjur tilburður staðfestur við umleið einum til hálvum øðrum ári ímillum.
- At sjúkan ikki fanst her fyri kríggið, haldi eg átti at verið áhugavert at hugt uppá – og kanska kundi hetta verið eitt høvi til gransking á økinum.
Mogens sigur, at læknavísundin veit, hvat sclerosa er, men vísundin veit ikki, hví tú fært hana.
- Hetta er ein samantvinning av arvaeginleikum og øðrum viðurskiftum, og mín varhugi er, at tað, sum ger, at sjúkran fer í gongd, kemur uttaneftir. Mín varhugi er eisini, at títtleikin av sclerosu kemur líka sum í bylgjum.
Hann sigur, at tað er verjuskipanin í kroppinum sum leypir á seg sjálva, og tí verður ikki í sama mun sum við øðrum sjúkum roynt at byggja verjuskipanina upp.
- Í stuttum kann sigast, at sclerosa er bruni í nervaskipanini, og hesin bruni kann samanberast við, tá ið plastikkið fer av leidningum, og skipanin kortsluttar.
Skjót viðgerð
Mogens Eriksen sigur, at tað er umráðandi fyri fólk, sum gerast rakt av sclerosu, at tey skjótast gjørligt koma í viðgerð.
- Tað er týdningarmikið, at sjúkan verður staðfest, so viðgerðin við heilivági og møguligari venjing kann byrja. Gongur ov long tíð, áðrenn sclerosa verður staðfest, kunnu fólk fáa varandi skaða á nervaskipanina.
Hann vísir á, at nógv ymisk og skiftandi tíðarskeið kunnu koma við sclerosu, men heilivágur kann gera, at tú fært færri tilburðir, har sjúkan rættiliga ger um seg.
- Tú kanst fáa bakkøst, har tað gongur niður á bakka, men tú hevur eisini góð tíðarskeið, har nervaskipanin byggir seg uppaftur. Tú verður kortini ongantíð 100% aftur við sclerosu, tí tú sleppur ikki av aftur við sjúkuna.
Mogens sigur, at í Danmark fáa sclerosurakt ókeypis fysioterapi, og í Føroyum kann lækni vísa teimum til fysioterapi, tá ið hetta er neyðugt.
- Tað er eisini umráðandi fyri samfelagið, at fólk við sclerosu eru virkin og arbeiðsfør so leingi sum gjørligt
Formaðurin í Sclerosufelagnum, sum sjálvur í sínari tíð endaði í koyristóli, sigur, at hann veit um fólk, sum fingu somu lagnu sum hann, men sum í fyrsta lagi – og við góðari venjing – komu upp á høkjur at ganga og at enda kundu renna upp í fleiri kilometrar við egnari hjálp.
- Tað er altíð eitt gott hugskot at halda seg í form, og soleiðis er eisini hjá okkum, sum eru rakt av sclerosu, sigur Mogens Eriksen.
Sclerosufelagið í Føroyum hevur ymisk tilboð, sum eisini danska móðirfelagið veitir stuðul til. Soleiðis kunnu føroyingar, raktir av sclerosu, venda sær til sosialráðgeva og sálarhjálp, eins og ein læknaráðgevi er innan økið.