Lars Løkke Rasmussen hevur sitið síðani. Edmund Joensen, sum fylti 75 ár hósdagin, er valdur tríggjar ferðir á teimum sjey fólkatingsvalunum síðani. Seinast á valinum grundlógardagin 5. juni 2019.
21. september í 1994 var fólkatingsval. Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, hevði skrivað út val og skuldi fyri fyrstu ferð sum formaður í danska Javnaðarflokkinum og forsætisráðharri til fólksins dóm.
Hóast hann misti undirtøku í mun til úrslitið hjá Svend Auken í 1990, so kundi hann halda fram sum forsætisráðharri.
Men tveir nývvaldir fólkatingsmenn vóru í tingbólkinum hjá Vinstra hesaferð. Teir vóru tann 30 ára gamli Lars Løkke Rasmussen og Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum, sum í vikuni fyri valið bæði var valdur til løgmann í Føroym og rundaði fimmti ára aldur.
Í dag hevur danski flokkurin Venstre eykalandsfund, har nýggjur formaður og næstformaður skal veljast, eftir at Lars Løkke Rasmussen og Kristian Jensen løgdu frá sum for ávikavist formaður og næstformaður fyri trimum vikum síðani.