Fagnaður
Rógvi Nybo
Í ár eru tað 25 ár síðan tey fyrstu húskini fluttu inn á Norðasta Horni. Fólk á Norðasta Horni fara nú at hittast til at fagna hesum, og nógv verður gjørt burturúr.
Formaðurin í eigarafelagnum á Norðasta Horni, Kim Petersen, sigur at umframt at tey nú fara at halda eina stóra veitslu fyri núverandi og fyrrverandi íbúgvum á Norðasta Horni, arbeiða tey eisini við at savna saman gamlar myndir frá fyrr av, og ætlanin er at geva íbúgvunum hetta sum gávu.
- Fyrst og fremst er tað tó veitslan. Hetta er ein góður møguleiki hjá fyrrverandi íbúgvum at hitta tey fólkini, sum nú búgva á Norðasta Horni.
Einsligt at byrja við
Millum tey fyrstu húskini at seta seg niður á Norðasta Horni vóru Erla og Sofus Borðoy. Erla minnist aftur á fyrstu tíðina á Norðasta Horni sum eitt sindur einsliga.
- At byrja við vóru tað ymiskir trupulleikar, og tað kundi vera eitt sindur einsligt. Eitt nú vóru telefon og streymurin vekk aðruhvørja løtu, og tað gekk lang tíð, áðrenn vit fingu regluligt telefonsamband her úti, greiðir Erla Borðoy frá.
Erla og Sofus fluttu inn á sumri í 1984, og tá komið var til jólar vóru tað nøkur fá onnur, ið eisini høvdu sett búgv har. Fleiri vóru rættiliga skeptisk at byrja við um at búseta seg á Norðasta Horni.
- Tá var tað soleiðis at man mátti ringja í heilum fyri at fáa fatur á einum grundstykki, og so søgdu tey einaferð, at tey høvdu okkurt grundstykki úti á Norðasta Horni. Tá vit so spurdu, um vit ikki kundu fáa tað, spurdu tey, um vit virkuliga vildu hava tað og búseta okkum har úti, sigur Erla Borðoy.
Nógv hildu eisini við, at tað mundi vera nakað vindahart, men tað hevur neyvan verið nakar trupulleiki.
- Her hevur altíð verið gott og friðarligt, eitt sindur bygdasligt, sjálvt um tað er so tætt upp á Havnina, greiðir Erla Borðoy frá.
Telefonboksin
Av tí at tað gekk út móti einum ári, áðrenn reglugligt telefonsamband kom til húsini á Norðasta Horni, stillaði Telefonverkið, sum tað tá æt, eina telefonboks har úti, sum íbúgvarnir kundu nýta.
- Men skjótt funnu fólk útav, at tey kundu taka sína egnu telefon við og seta hana í telefonboksina, og soleiðis ringja ókeypis. Men tá bleiv hon skjótt tikin vekk aftur, tá teir funnu útav tí, sigur Erla Borðoy flennandi.
Gott samanhald
Nakað av tíð gekk, áðrenn veruliga gongd kom á byggingina á Norðasta Horni. Tey flestu, sum búsettu seg har vóru ungar familjurm, síðst í tjúgunum og fyrst í tretivunum. Av tí sama, at flestu niðursetarnir vóru um sama aldur, sigur Erla Borðoy at samanhaldið hevur verið ótrúliga gott.
- Ja her hava verið nógv tiltøk millum ár og dag, og fólkini her eru eisini røsk at møta upp tá tað er okkurt tiltak, sigur Erla Borðoy.
Samanumtikið heldur hon, at tað hevur verið ótrúliga gott at búgva á Norðasta Horni, og í dag er Norðasta Horn ein sera stórur býlingur, sum enn stendur í vøkstri.
--
25 ára fagnaðarveitsla
Í sambandi við at liðin eru 25 ár síðan fyrsta húskið búsettist á Norðasta horni, verða verandi og fyrrverandi íbúgvar bodnir til veitslu í B 36 húsinum 26. september klokkan 19.
Tilmeldingarfreistin er mikudagin, og fer fram við at gjalda 250 krónur á kontu nr. 6460-1816030 í Føroya banka innan 9. September
Matarskráin er Havtaksa við salati og limesós til forrætt, lamb við asparges, eplum, ruculasalati og sós til høvuðsrætt og heimagjørdur hindberjaísur omaná. Eisini verður dansur við Sámal Ravnsfjalli og vinmonnum