25 ár sum sløkkiliðsmenn

Á einum nakað seink­að­um jólahugna hjá Skála­fjar­ð­ar Sløkkiliði í fríggja­kvøldið, vóru tveir av sløkk­i­liðs­monn­unum heiðr­aðir, nú teir í sam­full 25 ár hava staði til taks mót­vegis borgarum um Skála­fjørðin.

Jann Abrahamsen og Ernst Pólson, báðir av Strond­um, byrjaðu sum brand­menn hjá Skálafjarðar Sløkk­i­liði 8. desember 1986.

Sum so mangir av mann­ing­ini, hava teir lagt stóran orku í at koma til hjálpar, tá ið brúk er fyri hjálp. Líka mik­ið um talan hevur verið um eld, ferðsluvanlukkur, olju­bæs­ing ella tá í nátturan vís­ur eir­ind­a­leysu megin sína, hava teir trúliga verið tøkir. Hetta eru sløkkilið og komm­unurnar um fjørð­in sera fegin um og takka teimum báðum fyri trúgva tænastu, sigur Sløkk­i­liðið hjá Nes-, Sjóvar- og Run­a­vík­ar kommunu í tíð­inda­skrivi.