Arnhild er 44 ára gomul og úr Klaksvík, dóttir Astu og Ludvík Abrahamsen, bæði ættaði úr Oyndarfirði og búsitandi í Klaksvík.
Eftir lokið realskúlaprógv fór Arnhild í læru í Føroya Banka 1. september
1977 og bleiv útbúgvin bankaatstøðari í 1980. Hon hevði farloyvi frá
bankanum eitt tíðarskeið frá 1987-89, so nú hálvan februar 2004 kann hon
halda sín 25 ára starvsdag.
Arnhild var álitisfólk í bankanum frá 1992-2001 og nevndini í
Starvsfólkafelagnum, sum er ein undirdeild hjá danska Finansforbundet frá
1995-2001.
Arnhild er gift við Kristian Christiansen úr Klaksvík, tey búgva í Klaksvík
og eiga trý børn: Ludvík, 19 ár, Hilda, 15 ár, og Ásla, 12 ár.