Aksal er sumbingur, foreldrini vóru, Elvira, f. Magnussen, og Poul Midjord Poulsen, bæði úr Sumba. Elvira passaði hús og heim, meðan Poul var sjómaður.
Aksal var sjómaður og sigldi við fiskiskipi í mong ár. Í 1975 og 76 sigldi hann við Smyrli hjá Strandferðsluni, síðan koyrdi hann lastbil hjá sildaverksmiðjuni í Lopra, til hann kom til Havnar og fekk starv á Frímerkjadeildini, har hann bleiv settur í fast starv 6. november 1978. Í 1988 flutti Aksal aftur til Sumbiar, har hann hevur arbeitt fyri Frímerkjadeildina og ger tað framvegis.
Aksal er ógvuliiga áhugaður í fulglalívi og tað munnu vera fá, sum hava størri savn av fuglum enn hann. Summir fuglar eru rættiliga sjáldsamir. Hann var eisini tann sum tók stig til at stova Føroya Fuglafrøðifelag og er ein av oddamonnunum í felagnum. Aksal veit so nógv um fuglar sum fáur. Hann hevur eisini eitt stórt savn av summarfuglum og veit rættiliga nógv um føroyskar steinar. Eisini hevur hann stóran áhuga fyri seyði.
Aksal er giftur við Beintu, f. Hjelm, úr Vági. Foreldini hjá henni vóru Lissy, f. Tausen, og Henning Hjelm í Vági. Lissy var fyristøðukvinna fyri heimahjálpini í sunnaru helvt í Suðuroy, og Henning hevði reinsaríið á Fossi í Vági.
Beinta og Aksal eiga dóttirna Gunnvá, 25 ár, og sonin Poul, 17 ár.