25 ára starvsdag við Vága Floghavn

Tann 9. mai 2005 hevur Sune Hentze Johansen verið í starvi við Vága Floghavn í 25 ár. Hann byrjaði 9. mai 1980 hjá Flogfelag Føroya ? í juli 1992 fór hann í starv hjá Atlantic Airways, har hann starvast enn


Í frítíðini fæst Sune við mangt og hvat. Honum dámar væl at ganga úti í nattúruni. Hann er hagamaður í hagapartinum Sund í Sandavági. Av og á koyrir hann eisini Ambulansuna í Vágum, og sunnudagar sæst hann renna runt við floytuni, har hann millum annað dømir 1. deildar fótbólt.
Sune er sørvingur, sonur Hentza og Andreu Johansen úti í Geilini, har hann er triðelstur av seks systkjum.
Í 1989 flutti hann til Sandavágs at búgva. Hann er giftur við Belindu, og eiga tey tveir dreingir, Hørður og André.
Vit ynskja honum hjartaliga tillukku við degnum og góða eydnu í framtíðini.