Elin Lindenskov
Í síðstu viku varð fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu endaliga viðgjørd og samtykt. Í henni var samtykt at seta 81 milliónir av til barnagarðsøkið í 2001. Tað er næstan tað dupulta so nógv, sum varð avsett í ár. Talið í ár er 46 milliónir. Hetta merkir, at við teimum 52 plássunum, sum koma fyrsta dagin, fáa umleið 250 børn afturat ansingartilboð áðrenn 2001 er liðugt.
- Fyrsta stigið er nú tikið til at fáa hundrað prosent barnaansing í 2003 í Tórshavnar Kommunu.
- Hóast tað hevur verið stríggið at koma fram til hetta úrslitið, so eri eg sera glað fyri at hava fingið so góða undirtøku fyri fyrsta stiginum. Og eg vóni, at hetta fer at sannføra tey, sum eru ivandi um, at hundrað prosent barnaansing ikki bert eru tóm vallyfti, men ein væl gjøgnumhugsað ætlan.
- Næstu stigini skal næsta býráð taka. Tí er tað avgerandi hesaferð at velja fólk í býráðið, sum taka undir við at barnaansingarmálið skal loysast fult út. Ætlanin er klár til 2002 og 2003, men tað skulu eisini fólk til at samtykkja hesi stigini.
- Nú havi eg sitið í býráðnum í átta ár. Síðani tá er nógv broytt. Tá var pedagogur eitt skelsor_ og stóð ikki í lýsingunum hjá Tórshavnar býráð. Í dag er hetta sjálvsagt. Og vit seta nú sum eitt realistiskt mál at fáa hundrað prosent barnaansing. Hetta má sigast at vera ein ómetaliga stór broyting, sum Javnaðarflokkurin og fólk, sum velja Javnaðarflokkin, hava fingið ígjøgnum. Latið okkum nú við dyggum stuðli tryggja, at tað verður Javnaðarflokkurin, sum eisini førir ætlanina á mál.
Tey 52 plássini koma sum afturat nú eru:
Útibarnagarðurin í Framhúsinum 16 børn. Lat upp 1. november 2000.
Býlingshúsið millum Gilja 20 børn. Lat upp 1 november 2000.
Útibarnagarðurin á Hvítanesi 16 børn. Byrjar 20 november. 2000.
Tey 200 plássini sum koma í næsta ár eru:
Útibarnagarðurin í Skótahúsi Sigmund Brestirsonar. 20 børn byrja 2 januar. 2001. Býlingshúsið á Ternuryggi. 20 børn byrja 2 januar 2001. Nýggjur Dagstovnur við Landavegin 60 børn byrja summar 2001. Dagstovnur í Kaldbak ella Argjum uml. 30 børn. Bussbarnagarður umleið 20 børn. Dagstovnur hjá fyritøku 30 børn. Frítíðarskúli í Kollafirði 20 børn.