257 fólk deyð í flogvanlukku í Algeria

Hernaðarflogfar datt niður har norðuri í landinum

Fyrrapartin datt eitt algeriskt hernaðarflogfar niður nærindis býnum Boufarik har norðuri í Algeria. 

Flogfarið datt niður stutt eftir, at tað var farið á flog av einum flogvølli, ið herurin brúkar.

Ein sjónvarpsstøð í Algeria sigur, at 257 fólk doyðu í vanlukkuni. Herfólk og fólk við tilknýti til herin vóru umborð á flogfarinum.

Flogfarið var framleitt av fyritøkuni Iliouchine. Enn er ógreitt, hví flogfarið datt niður.