So reyk stóra Super Puljan hjá Lotto, og harvið eru fimm norðmenn og ein finni 26 milliónir krónur ríkari í kvøld.
Super Puljan hjá Lotto var komin uppá 150 milliónir krónur, og eingin hevur vunnið vinningin síðan viku 19 í 2011.
Men í kvøld vunnu seks vinnarar, og harvið hava tey býtt tær 150 milliónirnar ímillum sín.
Hesi seks fólkini eru nú fleirfaldaðir millióningar, tí tey hava hvør sær vunnið 26.004.370 krónur.
Danska Lotto heimasíðan skrivar, at norðmenn frammanundan hava Norðsjóðaroljuna og nú eisini fimm millióningar aftrat, meðan danir fara tómhentur frá stóru lotto rúgvuni.
Eisini føroyingar fara tómhentir frá mikudagslotto upphæddini, sum altso í dag reyk til Norra og Finnland.