Allir hondbóltshugaðir føroyingar gleða seg til sunnudagin klokkan 16.30.
Tá verður ein rein norðurlendsk finala í HM-endaspælinum í manshondbólti í egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo.
Hetta er aðru ferð á rað og aðru ferð yvirhøvur, at tvey norðurlond hittast í finaluni í einum endaspæli í manshondbólti.
Fyrru ferð var fyri júst tveimum árum síðani í Boxen í Herning í Danmark, tá Danmark vann ein sannførandi 31-22 sigur á Noregi í finaluni.
Sunnudagin verður fimtu ferð Danmark er í einari HM-finalu. Í 1967, 2011 og í 2013 tapti Danmark í finalunum, ið vóru leiktar móti Kekkoslovakia, Fraklandi og Spania. Hesa óndu ringrásina breyt Danmark við finalusigrinum á Noregi í Herning fyri tveimum árum síðani.
Sunnudagin verður áttandu ferð Svøríki er í einari HM-finalu. Svenskarar vunnu HM í 1954, 1958, 1990 og í 1999. Í finalunum vann Svøríki á ávikavist Týsklandi, Kekkoslovakia, gamla Sovjetsamveldinum og á Russlandi. Í 1964, 1997 og í 2001 tapti Svøríki fyri ávikavist Rumenia, Russlandi og Fraklandi.
Tá talan er um EM-finalur hevur Svøríki verið í fimm EM-finalum, og hava svenskarar vunnið fýra av hesum fimm finalunum.
Danmark hevur verið í trimum EM-finalum, og hava danskarar vunnið tvær av trimum EM-finalum.
Danmark hevur bara verið í einari olympiskari finalu. Tað var í Rio í Brasil í 2016, og tá vunnu danir 28-26 á Fraklandi í finaluni. Tá hevði Danmark íslendskan venjara, Guðmund Guðmundsson.
Svøríki var millum 1992 og 2012 í fýra olympiskum finalum, men tapti ólukkutíð allar fýra finalurnar.
Noreg hevur verið í tveimum endaspæls-finalum. Í báðum førum er talan um HM-finalur. Í 2017 tapti Noreg greitt fyri Fraklandi, og fyri tveimum árum síðani tapti Noreg greitt fyri Danmark í finaluni.
Íslendingar hava verið í einari endaspælsfinalu, og tað var tá teir vunnu OL-silvur í Beijing í 2008. Teir taptu tá greitt 23-28 móti krútsterka franska liðnum, men íslendingar høvdu eina minniliga kapping, ið aldrin verður gloymd í íslendsku søguni.
Svøríki hevur sostatt verið í 17 endaspælsfinalum í manshondbólti, og hevur vunnið átta av hesum 17. Danmark hevur verið í átta endaspælsfinalum í manshondbólti, og hevur vunnið fýra av hesum átta. Noreg hevur verið í tveimum endaspælsfinalum og hevur tapt báðar, og Ísland hevur verið í einari endaspælsfinalu, ið teir eisini taptu.
HM-finalan sunnudagin klokkan 16.30 er tann 27. endaspælsfinalan í manshondbólti gjøgnum tíðirnar við norðurlendskari luttøku.
Svøríki hevur norskan høvuðsvenjara, Glenn Solberg. Og unnir danski høvuðsvenjarin, Nikolaj Jacobsen havnarmanninum, Johan á Plógv Hansen spælitíð í finaluni verða fýra norðurlond umboðaði í HM-finaluni so ella so.
Kelda: IHF og EHF