Í røðu síni til námsfrøðingarnar segði Pauli Nielsen rektari m.a. Ein góður spurningur hjá tykkum at seta, nú tit skulu hava lívið hjá øðrum meira ella minni í tykkara hondum, er, hvør ið høvuðsuppgávan er.
Tá ið elsta abbadóttir mín var umleið 5 ára gomul, spurdi onkur hana, sum vit vaksnu hava til vana, hvat ið hon ætlaði sær at vera, tá ið hon bleiv stór. Glað, svaraði hon uttan at blunka, og helt so áfram við tí spæli, sum hon var upptikin av. Um sama mundið kom ein bók við samrøðum við kenda spansk/baskiska heimspekingin Fernando Savater. Bókin ber heitið: "Listin at liva". Einastaðni verður hann spurdur: Hvat er títt størsta ynski í lívinum? og svarið er stutt og greitt: "Gleði". Eg haldi tað vera sera stuttligt, at heimspekingurin og abbadóttirin tykjast at vera líka klók.
Myndatekstur:
Námsfrøðingarnir sum tóku prógv vóru: Vivian Bjartalíð, Dagmar Clothier, Johan Dalsgaard, Christina Danberg, Anna Debes, Anja Djurhuus, Emly Djurhuus, Ketty á Fríðriksmørk, Rúna Lamhauge, Joan Heinesen, Birna Henriksen, Katrin Horn, Krista Hvannastein, Gunnvør Jacobsen, Petur Einar Jacobsen, Sóley Jacobsen, Monika J. Joensen, Janus Kannuberg, Sigrid á Kinn, Bertha Lambaa, Eyðbjørg Lervig, Sanna á Løgmannsbø, Sólfríð í Mittúni, Anna Poulsen, Krista Poulsen, Lis Sørensen, Noomi á Vollanum og Malan Wacher