Føroyingar hava í fyrsta hálvári fingið útgoldið 4 milliardir og 137 milliónir krónur í lønum. Hetta er væl meiri enn somu tíð í fjør.
Vøksturin í lønargjaldingum er 284 milliónir krónur, og tað svarar til 7,4 prosent.
Hetta vísir uppgerð hjá Hagstovu Føroya.
Serliga í fiski-, ali- og ráevnisvinnuni hevur stóra vøkstur verið í lønargjaldingunum. Lønargjaldingarnar eru vaksnar við meiri enn 100 milliónum krónum, og tað svarar til vøkstur á 13,6 prosent.
Eisini í byggivinnuni og í tænastuvinnunum er vøkstur, og tað almenna hevur higartil í ár útgoldið 4,4 prosent meira í lønum enn somu tíð í fjør.